Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í oktober 2019 løgdu vit nakrar myndir út á okkara heimasíðu av brúktum graslíki, sum Sørvágs kommuna millum annað hevði tveitt oman á sandin. Onkur helt tá, at tað kanska kundi vera komið rekandi onkra aðra staðni frá; men tað ljóðar bæði ótrúligt og sera ósannlíkt.

Tá málið varð umrøtt í Degi & Viku, segði Umhvørvisstovan, at gamalt graslíki og granulat skuldi sendast á Brennistøðina - sjá leinkjuna

Mánadagin 06. juli 2020 fóru vit í Vágarnar at hyggja eftir blómum, og tá vóru vit eisini niðri á sandinum.

Tann stóra rullan av graslíki, sum vit sóu liggja har 9 mánaðir frammanundan, var burtur; men ein onnur, sum lá við fótbóltsvøllin, liggur har enn.

Parkeringsplássið er eisini enn "plastfixerað" við brúktum graslíki, sum er koyrt niður í moldina og sandin á staðnum.

Møguliga hevur Sørvágs kommuna upprunaliga hugsað um endurnýtslu; men tað kann líka so gott vera tað umvenda - at spara útreiðslurnar og stríðið av at burturbeina brúkta graslíki og granulatið.

Eitt er, at hvør bilur, sum parkerar á brúkta graslíkinum við fótbóltsvøllin, er við til at spjaða plastikk og granulat runt í náttúruna; men tað er syndarligt, eisini at skula noyðast at vassa í granulati, tá man gongur oman móti sandinum.

Man skuldi trúð, at borgarstjórin og restin av kommununi ynsktu at verja eina so vakra náttúru sum hana niðri við sandin; men man skuldi sanniliga eisini trúð, at Umhvørvisstovan fylgdi málinum, tá hon  í 9 mánaðir hevur kent til dálkanina av graslíki á staðnum...?

Hvør situr við evstu ábyrgd av stóru dálkingini av brúktum graslíkisvøllum, sum verða "endurnýttir" sum best ber til úti í náttúruni kring landið?

Vinarliga
Jens-Kjeld

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo