Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Opið bræv til Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, Hjalmar Hansen stjóra í Undirvísingarstýrinum, Gunnvør Balle forkvinnu í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð og Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu.

Áheitan um at finna pláss til og fígging til serflokkar á Skúlanum á Fløtum.

Vit í ADHD-felagnum harmast stórliga at frætta, at føroya størsti fólkaskúli sum ikki stendur liðugur enn, Skúlin á Fløtum ikki hevur serflokkar inni í skúlanum, og vilja tí heita á tykkum avvarandi mynduleikar og politikarar, um at arbeiða skjótt og finna pláss, og skipa serligt undirvísingartilboð til tríggjar serflokkar, ein til grunddeild, ein til miðdeild og ein til hádeild eftir kunngerðini frá 19.03.2019 um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð.

Hettar er ein syndarlig og døpur støða, tá hugsað verður um, at tað var longu í november 2013 at táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø setti ein arbeiðsbólk at endurskoða sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlahøpi, sum kom til ta niðurstøðu, at tað vóru alt ov fá serflokkatilboð í Føroyum.

Skúlaárið 2013/2014 gingu 6.898 næmingar í føroyska fólkaskúlanum, men einans 1,5% av øllum næmingunum gingu í serflokki, 0,72% í serskúlanum (4-10 tilboðið í Gulaskúla), og 2,23% samlað uttan fyri.

Í dag eru 7062 næmingar í Føroyum smb. yvirlitinum við næmingatalinum á ummr.fo fyri skúlaárið 2019/20. Har sæst, at tað ganga 142 børn í sertilboðum í Føroyum íroknað Gulaskúla (28) og Lopfjølina (9), sostatt eru einans 105 børn í Føroyum ella 1,49%, sum fáa bjóðað integrerað serflokkaðtilboð.  0,65% ganga í Gulaskúla og Lopfjølini og 2,52% samlað uttanfyri.

Tað vil siga, at tað eru færri  børn í dag, sum fáa bjóðað sertilboð nú enn fyri 6 árum síðani, tá arbeiðsbólkurin gjørdi vart við, at í Føroyum eru nógv færri tilboð enn í okkara grannalondum, og mælti sostatt til at gera fleiri tilboð, eisini í táverandi Venjingarskúlanum.

Hugstoytt er eisini at síggja, at tað eru einans 13 børn í Suðurstreymi, sum hava eitt serflokkatilboð, hóast 42% av fólkunum búgva í Suðurstreymi.

Alt fleiri børn við ADHD og ADD verða skúlaskødd og steðga í fólkaskúlanum, tí umstøðurnar eru stressandi og skaðandi fyri børnini. Ofta skal lítið til av sernámsfrøðiligum átøkum, sernámsfrøðligum stuðuli og tillagingum til, fyri at barnið fer at mennast og trívast, hetta inni í fólkaskúlanum, har barnið hevur sína vantu gongd og vinir.

Men tað krevur eitt væl skipað, fíggjarligt tryggjað og lógargrundfest tilboð, sum júst serflokkaskipanin er.

Okkara royndir og afturmeldingar frá børnum, foreldrum, fakfólkum, Lærarafelagnum, Pedagogfelagnum og skúlum eru, at serflokkaskipanin er ein sera góð skipan, sum gevur børnum við avbjóðingum so sum ADHD, ADD og autismu ta bestu skúlagongdina, og sum tryggjar børnini eitt haldgott grundarlag at byggja restina av lívinum og víðari útbúgving á.

Eingin hevur tal fyri, hvussu nógv børn mistrívast í skúlanum og fáa varandi sár á sálina, men allarflestu áheitanir okkara felag fær, eru frá ørkymlandi foreldrum at børnum, ið ikki trívast í skúlanum.

Tí kenna vit í ADHD-felagnum okkum noyddan til at skriva til tykkara, ið varða av økinum um at bera skjótt av og fáa stovnsett eitt nýtt serflokkatilboð inni í Skúlanum av Fløtum. Hetta tilboð skal koma afturat 4-10 tilboðnum í Gulaskúla, sum er eitt sera gott og neyðugt tilboð til tey børn, ið ikki megna at verða inni í fólkaskúlanum.

Við støði í grein 24 í ST-sáttmálanum um rættindi hjá teimum, sum bera brek,  sum Føroyar í 2009 undirskrivaði, hava øll óansæð førleikar rætt til skúlatilboð. Sambært hesi grein um útbúgving verður m.a. ásett, at tryggjast skal ein inkluderandi útbúgvingarskipan, og at fólk, ið bera brek, ikki skulu verða útihýst úr vanligu útbúgvingarskipanini. Við so fáum sertilboðum meina vit, at fólkaskúlin ikki hýsir tann partin av børnum, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum. Tað er júst hendan partin kunngerðin frá 19. mars 2019 er ætlað til. Tí kann tað ikki vera rætt, at Føroya størsta skúlabygging ikki hýsir hesum børnum og bjóðar lógarheimilaða tilboðið.

Vit hoyrdu stjóran í Skúlanum á Fløtum, Regin Marnerson siga 4.juni í tíðindunum í KVF kl. 18, at eftir hansara tykki átti 3 serflokkar at verið í skúlanum, men at einki pláss er til teir.

Í byggiskránni fyri skúlan stendur hetta at lesa:  

##med2##

Á reglu 4 stendur: at helst er møguleiki at gera pláss til tað í bygninginum.

Vit vilja enn einaferð staðiliga heita á tykkum um at finna plássið sipað verður til í byggiskránni.

Vit bjóða okkum fram at hjálpa og finna eina góða loysn, so børn við ADHD, ADD, autismu og øðrum avbjóðingum nú og í framtíðini eisini hýsast í fólkaskúlanum.

Við vón um skjóta handling.

Nevndin í ADHD-felagnum

Leinkjur: 

Tilmæli: https://lms.cdn.fo/media/3316/tilm%C3%A6li-um-sern-%C3%B8ki%C3%B0-innan-f%C3%B3lkask%C3%BAla%C3%B8ki%C3%B0-230614.pdf?s=NlaH-FKA9FHhTa9F7jBaI_EZPo4=

Kunngerðin um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð : https://logir.fo/Kunngerd/24-fra-19-03-2019-um-at-skipa-serligan-skula-ella-undirvisingartilbod

Útvarpstíðindini: https://kvf.fo/utvarpstidindi?sid=109741

Byggiskráin:  https://www.torshavn.fo/get.file?ID=2125  (síðu 10)

Næmingatal í fólkaskúlanum: https://lms.cdn.fo/media/12927/n%C3%A6mingahagt%C3%B8l-2019-2020-sept.xlsx?s=IMfdZWlcCp-vLIJAtu9OhdGC5l8

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo