Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit, borgarar í Ánunum, heita inniliga á býráðslimirnar í Klaksvíkar kommunu um at skipa so fyri, at tað verður livandi hjá íbúgvunum í Ánunum.

Gangurin frá Norðhavnini er mangan so ótolandi, at fleiri av okkum ikki fáa sovið við hús og tí javnan mugu flýggja aðrastaðni undan ganginum. Larmurin er so ógvusligur, at sjálvt børnini ikki fáa fulla hvíld um náttina.

Børn gremja seg um høvuðpínu og fleiri av teimum vaksnu hava vaml og høgan puls, tá ávís skip liggja inni.

Vit hava øll okkara dagligu uppgávur at røkja við arbeiði og skúla.

Á Edmundstrøð húsast eisini arbeiðspláss við starvsfólki, sum somuleiðis ávirkast av ganginum.

Vit eru fleiri, sum merkja, at hetta gongur útyvir bæði heilsu og arbeiði.

Í løgtingslóg um skynsamiliga bygging stendur í § 1, stk. 2, at ”bygningar skulu byggjast, so at teir í mun til heilsu-, trygdar- og umhvørvisviðurskifti lúka lógásett krøv og fyrisett mál, sum eru heimilað sambært byggilógini og lóggávuni annars.”

Vit vilja vísa á, at húsini í Ánunum lúka treytirnar í lógini, men at heilsa okkara er hótt uttanífrá.

Vit leggja dent á, at fyri okkum er gangurin frá ávísum skipum álvarsligur heilsuvandi.

Sí undirskrivaðu áheitanina

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo