Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað hendir einaferð um árið, og er eitt av hæddarpunktunum hjá øllum heimsins íleggjarum. Talan er um aðalfundin hjá Berkshire Hathaway, sum er íløgufelagið hjá helst heimsins dugnaligasta íleggjara, 90 ára gamla Warren Buffet.

Viðhvørt verður aðalfundurin umtalaður sum "Woodstock fyri kapitalistarnar" og sjálvur verður harra Buffet eyknevndur "Oraklið úr Omaha", sum jú ikki er av ongum, tí íleggjararnir sita undir hvørjum orði, tá hann, sum hann plagar, á aðalfundinum sigur nøkur orð um, hvussu hann heldur marknaðurin fer at skikka sær í komandi tíðum, og hvar ein eigur at gera sínar íløgur.

Saman við Buffet var sum vant hansara ráðgevi ígjøgnum nógv ár, 97 ára gamli Charlie Munger, sum eisini plagar at lata nøkur orð falla á aðalfundinum. Hesaferð gekk tað millum annað útyvir Bitcoin og onnur sonevnd cryptogjaldoyru, sum teir halda lítið um.

Sjálvur vísti Warren Buffet ein lista yvir 20 tey størstu børsskrásettu feløgini í heiminum í dag og spurdi, hvussu nógv teirra framvegis eru til um 20 ár. Síðani minti hann á, at onki av feløgunum, sum vóru á listanum í 1989, framvegis er á listanum.

- Tað sigur okkum bara, at kapitalisman hevur fungerað væl, serliga fyri kapitalistarnar. Heimurin kann skjótt broytast nógv, legði hann afturat.

Finans hevur meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo