Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Var eitt ørindi uppi á Vága Floghavn í gjár, har eg koma í tal við ein bilførara ættaður úr Vágum, ið fyri tíð síðan fekk ein álvarsligan arbeiðsskaða.

Orsaka hesum var fíggjarliga grundarlagið rykt undan honum, frá eínum degi til annan.

Við tí vaksandi tali av flogferðum eins og ferðandi, sá hann ein møguleika at koma so dánt upp undan aftur fíggjarliga.

Avgjørdi tí at keypa sær ein 8 persónar bus, ið hann droymdi um at fáa sær til vinnuveg, orsaka teimum avleiðingunum ið hann hevði fingið av arbeiðsskaðanum.

Men hetta hevur víst seg at gerast ein marra, fyrst og fremst orsaka nøkrum vitleysum reglum ið fyrrverandi leiðslan á Vága Floghavn hevði sett í verk, viðvíkjandi taxakoyringini frá Vága Floghavn.

Fegin var hesin bilførarin tá tað hoyrdist, at nyggjur leiðari skuldi setast fyri Vága Floghavn, tí nú var vón fyri stavn, soleiðis at ein broyting til tað betra kom at vera framd av nýggja leiðarnum á Vága Floghavn, men so var ikki.

Tí tað er sjálvsagt, at tá eín keypur sær ein bil sum av Akstovuni er góðkendur til 8 ferðandi, so vil tað vera púra volapyk at leiðslan á Vága Floghavn yvurrular Akstovuna.

Men boðini frá leiðaranum á Vága Floghavn vóru púra greíð.

Treytin, íð Vága Floghavn álegði bussinum hjá vágamanninum var, haldið tykkum fast, at bussurin bert hevði loyvi at hava 5 ferðandi frá Flogvøllinum til Tórshavn.

Tað vil siga, at rakstrargøgnini ið skuldu geva Vágamanninum mest møguligan vinning, vóru nærum skorin við eíni helvt, tí tríggir stólar skuldu standa tómir.

Meeen ein vanligur taxabilur hevði samstundis loyvi til, at hava 4 ferðafólk við til somu rutu.

Ein hevur ilt við at meta um, hvør veruliga orsøkin er.

Tað sigst, veit ikki um tað er so, at tað tekur ov langa tíð at koyra runt Havnina, og seta fólk av.

Álvaratos, viit eru ikki í London ella New York.

At krevja av einum busførara í fríari taxavinnu, at út við helvtin av setrunum skulu standa tóm, tað er formyndarí av fyrstu skuffu, ið leiðarin á Vága Floghavn ger seg seka í.

Hervið tekur hon fíggjarliga grundalagið undan einum manni, ið gjørdist óarbeiðsførur vegna eina arbeiðsvanlukku.

Hesin ágangurin kann ikki góðtakast.

Og um nevndin í Vága Floghavn ikki kann fáa skil á hesi syndarligu støðu, so eiga aðrir instansar at traðka til.

Sjálvsagt hevur leiðslan á Vága Floghavn ábyrgdina av, at skipa soleiðis fyri, at øll ferðand fáa so optimala service sum gjørligt.

Men at hótta við at taka fíggjarliga grundarlagið undan hesum manni, sum hevur fingið greið boð um, at gongur hann ikki undir hesar fullkomuliga sjúkligu treytir, so verður hann burturvístur av flogvøllinum.

Ein fer at ivast um vit liva í einum rættarsamfelagið.

Frank Davidsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo