Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Var á vitjan í Brússel í november 2018 saman við teimum donsku biskupunum. Í  hesum hugsjónarliga og politiskt myndandi býi vaknaði ein vandamikil og fakliga spennandi hugsan úr dvala. 

Alt frá ungum árum er grundað yvir frásøgn Jesu um hin lítarleysa húshaldaran. Húshaldarin, ið sjálvur var í kreppu, niðurskrivaði skuldina hjá teimum, ið skyldaðu húsbóndanum. Støddin á niðurskrivingini lá ímillum 20-50 prosent av skuldini. “Og húsbóndin rósaði tí órættvísa húshaldaranum fyri tað, at hann hevði borið seg klókliga at.” (Lukas 16,8). 

Ein andakt merkir á týskum upprunamáli, at vit fáa nakað at hugsa um. Ikki ein heildarfatan, men brotpartar og tættir, ið kveikja hugsanina og menna tilvitið. Við støði í hesi greining er andaktin skrivað. 

Ein av politikarunum í Evropa Parlamentinum nevndi leiklutin, ið kristindómurin hevur í heimliga og altjóða samfelagnum. Viðkomandi staðfesti – hóast hann ikki ynskti at kalla seg trúgvandi – alstóra týdningin av teimum kristnu virðunum, ið eru sjónlig við atliti at verðsligu lóggávuni og mannarættindum.

Tann stóri spurningurin er, hvussu vit í samfelagnum náa fram til sosialt rættvísi. Evnið varð lýst út frá átrúnaði, heimspeki og humanismu. Politikararnir umboðaðu bæði høgra- og vinstravenda hugsan.

Ein annar politikari viðurkendi sær sína kristnu trúgv. Sagt varð, at tann kristna trúgvin er ein uppgáva. Ikki einans nakað persónligt til heimligan hugna og andakt. Kristna trúgvin er eitt persónligt kall. Uppgávan er millum annað at skapa fólkinum liviligar sosialar umstøður.

Kveiktur av vitjanini í evropeiska miðdeplinum fyri makt og veldi lá leiðin heimaftur. Í flogfarinum hjá Atlantic Airways varð prátað við skilafólk. Vit komu inn á kreppuna fyrst í nítiárunum, tá ið fleiri túsund føroyingar mistu hús og heim og fluttu av landinum til tess at yvirliva. 

Var tað rættvíst, at nógvar familjur mistu húsini? Tann almenni og privati geirin við væl lærdum fólki legði lunnarnar og lagaði tað svá, at miðal vitandi fólk komu í fíggjarligt óføri av kreppuni?

Eyðvitað hava vit øll ábyrgd av egnum avgerðum. Men, var tað rættvíst, at fyritøkur fingu skuldina niðursetta, meðan familjurnar ikki fingu sama møguleikan? Tað var neyðugt at strika ein part av skuldini hjá fyritøkunum, og tað var gott, at so varð. Men er tað rættvíst, at tey føroysku húskini ikki fingu sama møguleikan?

Andaktin viðger rættvísi, menniskjansligt og samfelagsligt rættvísi. Var kreppan í nítiárunum og fíggjarliga loysnin rættvís við atliti at borgarum landsins?

Hóast eitt satt, einvíst og fulltikið svar valla finst, varð hetta etiska evnið borið fram í fyrilestrum og prædikum í nítiárunum. Mær tókti støðuna órættvísa og misvísandi.  

Ella skal samfelagið vera rættvíst á tann hátt, at øll fáa somu hjálp? Er tað rættvísa samfelagið ikki vorðið órættvíst, tá ið almenna samfelagið ikki kann veita ávísum borgarum ta hjálp, ið tey hava tørv á. 

Hví skulu tey, ið veruliga hava tørv á bústaði ella sosialari veiting, ikki fáa nakað væl meira enn onnur? Við at javnseta fólk í kassar og ikki hava dirvi at meta um og taka avgerðir, gera vit gjónna millum rík og fátæk enn størri og djúpari. Tað er júst hetta vit síggja sjónligari og sjónligari í dagsins samfelag!

Eyðvitað eru mong atlit at taka, og einki er einfalt. Hugsa vit um kristin virðir, mega vit siga, at tey veikastu skulu lyftast so mikið, at eingin er uttan býli, mat ella heilsurøkt. Tað er ein almenn uppgáva, ið eigur at virka av sær sjálvum, uttan persónliga eyðmýking í almenna rúminum. 

Vit, ið eru væl fyri fíggjarliga, mega hava eina samhaldsfasta hugsan. Tað er mín sannføring, at tað andaliga skal vera andaligt í tí tímiliga. Annars eru eingi ítøkilig virðir, einans hugsjónir og hugnalig samvera.

Ápostulin minnir kirkjuliðið í Korint á, at tey mega halda sømiligan altargang. Tá á døgum var altargangurin lutvíst ein andalig og sosial máltíð í kærleika og umsorgan, so tey, ið áttu minni, fingu mat frá teimum múgvandi. 

Í dag er Harrans máltíð einans eitt andaligt fyribrigdi. Vit gera tey kristnu virðini andalig. Tess vegna hvørva tey kristnu virðini út úr samfelagsligari tilvitan og enda sum eitt smalt innan kirkjuligt øki fyri kirkjuliga sinnað.

Kristindómurin sum lívsáskoðan og tann persónliga kristna trúgvin hava eina felags uppgávu. Vit skulu boða gleðiboðskapin um frelsaran Jesus, ið strikaði skuldina, sum hvør einstakur stóð til svars fyri. Jesus hevði dirvi at skera ígjøgnum, so syndin varð fyrigivin uttan mun til, um umhvørvið metti syndina stóra ella lítla. Syndin varð fyrigivin við sáttargerð Jesu, hansara deyða á krossi og uppreisn páskamorgun.

Hava vit dirvi at taka dagar ímillum og skapa eitt rættvísari samfelag við tí órættvísa mammon sum vegvísara? So at trúarinnar fruktir eru sjónligar í samfelagnum. Amen.

Orðið: “Tá ið tit so koma saman í felagi, er tað ikki at eta kvøldmáltíð Harrans; tí at við borðhaldið fær hvør sær sína egnu máltíð frammanundan, og situr so ein svangur, men annar ovfyllir seg.” (Fyrra Korintbrævið 11,20-21).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo