Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg stúrsaði við nú ein dagin, eg lurtaði eftir Nón, har samrøða var við Jenis av Rana, landsstýrismann, um m.a. truplu støðuna á Tjóðpallinum, sum hevur verið raktur av boykotti hjá Leiklistafylkingini í longri tíð.

Jenis orðaði seg m.a. soleiðis:

”Tey stríðast um smáting, tað er stór skomm”

”Hvat ger man við fólk, sum vilja klandrast. Hvussu fær man tey at halda uppat?”

Eg havi ikki nokk av vitan um hvørki Tjóðpallin ella støðuna við Leiklistafylkingini og havi tí onga meining um tað. Tað sum gjørdi, at eg stúrsaði við, var at ein landstýrismaður, sum hevur stóra makt, og sum úttalar seg í beinleiðis sending í Kringvarpinum, nýtir slíkar einfaldar og niðrandi orðingar um eina ógvuliga kompleksa støðu.

Orð skapa veruleika, og kunnu soleiðis beinleiðis ávirka lívið hjá fólki. Tí mugu vit øll vera tilvitaði um, hvussu vit orða okkum í samskiftinum við onnur og um onnur. Ábyrgdin av tilvitanini um orðingar veksur við maktini, tú hevur fingið tillutað. í hesum førinum sum landsstýrismaður fyri opnari mikrofon.

Hvussu tosa vit um konfliktir, og hvussu tosa vit um nøkur fólk, sum á sín hátt í longri tíð hava roynt at gjørt vart við umstøður, sum tey uppliva sum ónøktandi, um tey skulu trívast í sínum arbeiði?

Eg havi m.a. arbeitt við konfliktum í nógv ár, og tað hevur lært meg, at konfliktir kunnu vera oyðileggjandi fyri allar partar. Og tí velur eingin at fara í eina konflikt. Ein konflikt kann taka seg upp yvir longri tíð vegna ymiskar orsøkir, m.a. ónøktandi treytir fyri at útinna sítt arbeiði og manglandi dialog. So er spurningurin hvussu ónøgdin kemur til sjóndar, og hvussu verður hon móttikin av leiðsluni.

Orðingarnar hjá landsstýrismanninum fáa meg at venda aftur til ein blogg, sum eg skrivaði í 2019 undir heitinum ”Avvápnaður kritikkur”, og sum enn er líka aktuellur. Bloggurin er ikki ein beinleiðis viðmerking til støðuna á Tjóðpallinum, men meira ein viðmerking um líknandi støður, sum kunnu íkoma á einum arbeiðsplássi.

Eg endurtaki ein part av blogginum her:

Rasmus Willig er ein danskur sosiologur, sum tey nógvu seinastu árini hevur granskað í, hvussu almenn arbeiðspláss lurta eftir stúranum og kritikki hjá starvsfólkum. Kritikkur er nevniliga ein treyt fyri einum vælvirkandi samfelag, og hátturin, eitt arbeiðspláss megnar at taka ímóti kritikki frá starvsfólki, er eitt mát fyri, hvussu sunt arbeiðsplássið er.

Um dialogurin sum heild ikki er til staðar, kann kritikkur fatast sum óbehagiligur og órógvandi ella sum misálit ella ólýdni mótvegis skipanini. Tað vil siga, at skipanin ikki tolir kritikk, og at ymiskar fatanir verða sæddar sum ein hóttan og eitt stríð, heldur enn sum ein styrki. Sjálvt vælmeint og skynsom uppskot um broytingar verða antin avvíst ella tagd í hel. 

Svarið upp á kritikkin kann eisini koma sum eitt hóttandi persónligt álop á tann, sum kemur við kritikkinum. Eitt álop, sum ávirkar persónin so mikið nógv kensluliga, at tað er ógjørligt at geva mótstøðu. Hetta nevnir Rasmus Willig fyri avvápnaðan kritikk.

Við avvápnaðum kritikki er komin ein tøgnmentan, har tað verður sagt minni á rætta stað, tí starvsfólk eru bangin fyri at siga frá. Við tí kemur eisini ein størri vandi fyri sjálvsensuri í skipanini, sum forðar fyri, at til ber at hava ymiskar fatanir av tingunum. Vandi er eisini fyri revsitiltøkum móti starvsfólkum

Vansin við einum arbeiðsplássi, sum avvísir kritikk, er, at tað kann koma til at kosta dýrt við m.a. manglandi dialogi, manglandi eldhuga, álvarsligum stríði, avmakt, sjúkrameldingum og sjálvsensuri. Í tí støðuni er tað trupult at náa teimum strategisku málunum, sum arbeiðsplássið hevur sett út í kortið. 

Tað vil siga, at eitt alment arbeiðspláss, sum manglar dialogin og sum ikki rúmar kritikki í skipanini, kostar fleiri skattakrónur og gevur borgarum eina verri tænastu.”

Tá landsstýrismaðurin sum maktpersónur í sínum orðingum niðurger og kveistrar burtur eina veruliga stúran, sum nøkur fakfólk hava roynt at gjørt vart við í fleiri ár, so er vandi fyri, at fólk tiga og at møguligi dialogurin steðgar. Soleiðis kemur hann at herða eina konflikt, sum í forvegin er spent.

Landsstýrismaðurin skal heldur taka ábyrgd og vera forvitin eftir at skilja kompleksu støðuna, umframt at vera tilvitaður um at orða seg á ein hátt, sum tryggjar virðing fyri øllum pørtum, so neyðugi dialogurin kann mennast og spenta konfliktin linkast.

Tí orð skapa veruleika.

Bloggurin kann lesast her http://www.eina.fo/bloggurin og her https://www.facebook.com/eina.fo

Eina Andreasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo