Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Barbara Holm og Annika Olsen skifta orð um í KVF, hvussu tað er fáa viðmerkingar um útsjónd, tá tær eru til arbeiðis.

- Tað er løgið, at tað eru mínir høgir halir, onkur skal bíta merkið í, tá eg eri á skerminum. Tað sigur Barbara Holm, sum er ein av vertunum í tíðindasendingini Dag og Viku. 

Júst slíkt sum hetta, er nakað yngra ættarliðið av feministum leggja dent á, tá talan er um feminismu. Kvinnur skulu sleppa at síggja gott út og samstundis verða tiknar í álvara. Hetta er eisini nakað av tí fyrrverandi statsministarin í Danmark, Helle Thorning-Schmidt viðger í nýggju bók síni, sum eitur "Blondinens betragtning. Í bókini skrivar hon eisini um flótandi kynssamleika, javnstøðu á heimafrontinum, metoo-rørsluna og ikki minst rættin til at lata seg út, sum einum lystir. 

- Tað er so ofta, at eg havi upplivað at fingið viðmerkingar um mína varrastift ella sum heild mítt kyn, tá eg eri til arbeiðis, sigur Annika Olsen, løgtingskvinna.

Tær báðar, Barbara og Annika, halda, at tað er umráðandi, at vit seta orð á hesi viðurskifti, tí tað kann vera, at nakrar kvinnur setast aftur orsakað av óviðkomandi viðmerkingum um útsjónd. 

Hoyr orðaskiftið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo