Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Umhvørvisvikan 2016 stendur fyri durum, og í ár verða veðurlagsbroytingarnar settar á breddan saman við øktum CO2-útláti. Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku frá 7. til 14. mai.

- Veðurlagsbroytingarnar ávirka eisini okkum, og tað er greitt, at hvør einstakur borgari má kenna eina ábyrgd og gera tað, sum til ber at minka CO2-útlátið, sum er høvuðsorsøkin til stóru broytingarnar um okkara leiðir og aðrastaðni eisini, sigur Sigrún Mohr, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini.

Býráðspolitikarin fer at seta Umhvørvisvikuna leygardagin 7. mai á Vaglinum.

Okkara samfelag er sera nógv tongt at steinrunnum orkukeldum. Heimurin nýtir sera nógva olju og somuleiðis nógv kol. Hetta er dálkandi fyri umhvørvið, tí koltvísúrnið (CO2) økist í luftini. Tískil verður alsamt heitari á jørðini, ísurin kring pólarnar minkar, og hvørt ár verða ymisk veðurfyribrigdi støðugt ógvusligari.

Við nútímans tøkni og við varandi orkukeldum ber til at fara burtur frá steinrunnum orkukeldum. Í Umhvørvisvikuni 2016 verður dentur lagdur á, hvat vit í felag, og hvat vit sum einstaklingar, húski, fyritøkur, virkir og stovnar kunnu gera til tess at minka orkunýtsluna og harvið eisini minka um okkara CO2-útlát.

Fleiri afturvendandi tiltøk eru eisini á skránni. Fólk kunnu ogna sær vælumtókta plantupakkan til setanina, og stóru felags ruddingardagarnir verða hesaferð fríggjadagin 13. mai fyri skúlar, virkir og stovnar í Tórshavnar kommunu og leygardagin 14. mai fyri eigarafeløg, ítróttarfeløg, skótar og øll onnur.

Visit Tórshavn samskipar Umhvørvisvikuna vegna kommununa. Fyrispurningar verða at senda til torsinfo@torshavn.fo. Nærri útgreinað skrá kemur seinni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo