Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Orkudeildin á Umhvørvisstovuni legði í dag fram á miðlar okkara meting teirra um 5 tídningarmestu mál innan orkuveiting og minking í útlátum av veðurlagsgassum, vísandi til París-avtaluna.

Útlátið av CO2 var frá Veðurlagsálitinum í 2009 ætlað av verða 20% minni í 2020 roknað frá útlátinum vit høvdu í 2005, men er hinvegin økt 10%.

Ambitióninar at minka útlátið við 45% til 2030 og at hetta skal verða heilt burtur í 2050 kunnu tí sigast verða meira enn bara eitt sindur ivasamar og optimistiskar.

Orkudeildin umrøður at skiftið til grøna orku skal ganga nógv skjótar enn vit hava sæð og fleiri átøk skulu setast í verk við avtøku av mvg á hitapumpur, elbilar og vetnisbilar, og vit stutt sagt slettis ikki hava stundir at bíða eftir politikkarunum, ið heldur ikki farna 4-ára valskeið megnaðu at fáa samtykt eina nýtiliga náttúrufriðingar- og margfeldislógávu.

Orkudeildin umrøður at vit skulu hava 30 vindmyllur upp næstu 10 árini, og alneyðugt verður við milliarda íløgu í pumpuskipanir til at goyma vindorku, ið ikki fæst til gagns tá eingin brúkari er tøkur t.d. á náttartíð.

Orkudeildin hevur trýst hart á at fáa vindmyllur upp í Suðri og at byrgja upp fyri Ergidal so hann kan nýtast til orkugoymslu.

Tað kann tykjast rættuliga ógvusligt at oyðileggja Ergidal og sermerktu náttúruna í økinum, har fornar leivdir finnast, og sum kanska kann sigast at verða eitt av fyrstu búplássum í landinum – og ikki taka atlit til siðsøgu, friðingar og náttúrumargfeldnið.

At einki annað enn vindorka og pumpuskipanir er á skránni hjá Orkudeildini kann sýnast heldur veikt og mangulfult tá vit hava fleiri aðrar varandi orkukeldur at dúva á, næst at spurningur kann setast hvar vetnið skal koma frá til umrøddu vetnisbilar.

Vit fáa tørv á vetni til annað enn bilar, og verður einki brennievni til skipaflotan, verður skjótt øskukalt.

Tí kann spurningur setast hvussu skilagott tað er at brúka milliardir til pumpuskipanir heldur enn til vetnistøkni – ið bæði veitir ravmagn til hitapumpur og bilar og ikki minni brennievni til skip og flutningsførð.

Einki verður nevnt um sjóvarfallsorku, alduorku ella sol- og dagljósorku, og einki verður nevnt um orkusparingar á verandi fossilu veiting til hús og bygningar.

Aldu- og sjóvarfallsorkan er í tøkniligari menning, meðan sól- og dagljósorka til upphiting og ravmagn er ment stórliga samstundis sum kostnaðurin er drasslaður niður.

Vit hava fingið eina bygningskunngerð, BK17, sum hon nevnist, og har ásett er eitt hægsta mark fyri orkunýtslu til upphiting og heitt vatn. Fyri sethús á t.d. 100m2 er mest loyvda orkunýtslan 9100kWtimar um árið.

Fyri sama hús í t.d. Danmark er talan um 4.000kWtímar.

BK17 umrøður at orkukravið fyri 2018 kann verða sett niður til 72kWtímar, tó at hetta krav ikki enn er komið undan kavið frá Landsstýrinum.

Vit eru skjótt ávegis til 2020, og uttan at nakað hert krav er kunngjørt.

Sól- og dagljós ortkutøkni er tøk á marknaðinum og klár at seta upp á tekjur og at binda í el-mátaran í sethúsum.

Um eini sethús montera 100m2 av sól- og dagljósmembrani á tekjuna kunnu framleiðast 6.600kWtímar ravmagn um árið, og mest summarhálvuna tá lítið er av vatni og eisini av vindi.

Um vit siga at 2.000 tekur í Suðuroy hvør fáa sett upp 100m2 av sól- og dagljósorku, er talan um góð 3MW hvønn tíma... just tað sum Vágsverkið við 2,81MW og verkið í Botni við 0,18MW framleiða í løtuni.

Umrødda 100m2 sethús hevur her sum dømi eina hitapumpu á COP 3,5 og eru væl bjálvað og tætt og brúkar 40kWtímar/m2 um árið til upphiting og heitt vatn.

Ravmganstørvurin verður 1.140kWtímar um árið og verður restin av ravmagnsframleiðsluni frá teim 100m2 sól- og dagljósmembrani góðar 5.460kWtímar um árið..... ella ájavnt við tørvin til komfýr, kuldaskáp, ljós, sjónvarp og teldur o.a.

Ein kann tí spyrja um Orkudeildin á Umhvørvisstovuni ikki er í so skjót og óumhugsin at leggjast eftir at oyðileggja náttúruperluna í Ergidali, heldur enn at koma við einari breiðari lysing ella heildarætlan fyri komandi áratíggju, har øll atlit verða tikin við – bæði viðvíkjandi nátturuvernd, tryggjan av lívfrøðiliga mergfeldnið og tryggjan av siðsøguni – okkum og komandi ættarliðum til miklan sóma, og ikki minni at lýsa hvar okkara fiskiskip og flutningsførð á sjónum eru stødd í tøkniliga framburðinum at fáa til vega reina og varandi orku.

Eg havi áður lisið orkuálit frá Oljumálaráðnum, seinri Jarðfeingi, og nú Orkudeildini á Umhvørvisstovuni – men síggi enn so at siga onga framgongd og litið fakliga væl undirbygdar áskoðanir og ætlanir.

Vónandi kann eitt nýtt landsstýri og meira fakliga køn og dugnalig fólk manna nýggj størv, tí tað sum hevur verið lagt fram farnu fyra árini er átaluvert og fyri ikki at siga undir alt lágmark.

Og tað sama kann sigast um arbeiðið hjá Orkudeildini á Umhvørvisstovuni.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo