Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sambandsflokkurin skipar fyri ráðstevnu um grøna orku undir heitinum “Frá olju til vind”. Á ráðstevnuni fara fólk við hollum kunnleika um orkutøkni og orkupolitikk at halda framløgur og røða um, hvørjir møguleikar vit hava í Føroyum fyri skjótari og lættari at innføra vindorku.

Orkuráðstevnan verður, fríggjadagin tann 7. apríl 2017, í Tórshavn - á Østrøm, kl. 09.30-15.30. Bjóðaður verður frokostur, kl. 12.00-13.00.

Ráðstevnan er ókeypis og fólk nýtast ikki at tekna seg.

Talan er um eina fakliga og politiska ráðstevnu, hvørs endamál er at varpa ljós á, hvørjar avbjóðingar vit hava í Føroyum á orkuøkinum og hvørjar møguligar loysnir eru fyri skjótari og lættari at innføra munandi meira vindorku á elkervið.

Skráin verður býtt í tríggjar partar:

- Fyrsti partur snýr seg um, hvørjar avbjóðingar vit hava at innføra vindorku í orkuskipanina, serliga í einari lítlari orkuskipan sum tí føroysku

- Annar partur snýr seg um, hvørjar møguligar tøkniligar loysnir eru tøkar í Føroyum

- Triðji partur snýr seg um tiltøk, sum skulu til fyri at veruleikagera eina munandi útbygging av framleiðsluni av vindorku í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo