At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í farnu viku varð eg útferð saman við øðrum í Mykinesi.

Eisini vóru vit úti í Mykineshólma og hugdu eftir lundum og súlum.

Fyri at koma út í Mykineshólm, noyðist man at ganga ígjøgnum eitt lundaland, sum eg meini tey har vesturi kalla fyri Lamba, ella okkurt tílíkt.

Mikil orrusta hevur tikið seg upp um hetta strekkið í løtuni, tí at tey har vesturi eru farin í holt við at gera eina gøtu til ferðafólk at ganga eftir.

Hetta dámar teimum fínu við spíðskum skóm og pennum í Havn, VFI, ikki, og royna at leggja teimum har vesturi fótonglar í vegin, so ongin gøta skal verða gjørd.

Á hesum staði sæst nógv slit í lendinum har ferðafólkini ganga, sum sæst á myndunum, og tað er skilligt eftirsum ferðafólkini eru nógv, brattlendi er, og nógv eru ferðafólkini ið hava brotið sær beinið á hesum strekki, tí tað gerst sera hált tá vátt er.

Sum tað eisini sæst á myndunum, er onki slit á bønum, har gøtan er gjørd. Gøtan er eisini hegnisliga løgd í lendið, so langt burturfrá lundaholunum sum møguligt er.

Mykinesfólk hava mist serstakliga nógv, síðani tey sjálvboðið góvust at taka lunda.

Afturfyri hevur ferðavinnan tikið dyk á seg, og er í dag eitt gott bein hjá teimum har vesturi at standa á.

Tey lokalu vita oftast best um hvat rættast er at gera, og eg má siga at hendan gøtan sum er í ferð við at verða gjørd kemur at verða til stórt gagn fyri bæði lendið og fuglalívið á staðnum, fyri fólkið í Mykinesi býr, og sanniliga eisini fyri trygdina hjá teimum sum velja at vitja hetta sermerkta stað.

Friðingarnevndin viðgerð málið um gøtuna nú, og eg hopi at tey har vesturi sleppa at gera hesa gøtuna lidna.

Mín stuðul skulu tey í øllum førum fáa, sum royna at veita lendinum bøtandi hond.

Lat mykinesfólk sleppa at skipa ferðavinnuna har vesturi sjálvi.

Tey eru góð við lendið, fuglin og oynna sum heild.

Brandur Sandoy

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo