Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

"The Shape of Water" hevur ikki færri enn 13 tilnevningar til oscarvirðislønir, men framleiðarin er nú saksøktur fyri ritstuldur.

Filmurin, sum er um kærleikan ímillum eina stumma kvinnu og eitt vatntrøll í eini starvsstovu einaferð í sekstiárunum, hevur fingið bestu skoðsmál frá nógvum ummælarum, og er eisini tilnevndur at fáa ein Oscar fyri at vera besti filmur, umframt fyri nógv annað.

Men hann er bert ein eftiraping av sjónleikinum "Let me Hear you Whisper" frá 1969. Tað heldur sonur høvundan sum skrivaði sjónleikin, og hann hevur nú stevnt eftir endurgjaldi. Hann hevur saman við stevningini latið inn ein lista við 60 dømum, sum hann heldur eru beinleiðis kopieringar og sum hann vil hava rættin at taka støðu til.

Fox Searchlight, sum hevur framleitt filmin, vísir øllum skuldsetingum frá sær og sigur, at hetta man vera ein roynd at fáa eina skjóta semju í lag áðrenn oscarvirðislønirnar verða handaðar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo