Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ósemja hevur tikið seg upp í Sørvágs Arbeiðarafelag eftir aðalfundin sum var í desember.

Nýggja nevndin slapp um vikuskiftið ikki inn í felagshølini, tá hon ætlaði at hava fyrsta fundin at skipa seg aftaná aðalfundin.

Sambært Rúna Nolsøe, sum er talsmaður fyri tey sum vilja hava gomlu nevndina frá, so er ónøgd við ymisk viðurskifti, eitt nú limagjaldið, sum fleiri halda vera ov høgt.

- Øll nevndin uttan ein varð stemmað út á seinasta aðalfundi, men tey vilja ikki lata valdið frá sær, sigur Rúni Nolsøe.

Amy Jacobsen, sum hevur verið forkvinna í felagnum síðani 2013 váttar, at tað valdar ein ávís ósemja í felagnum um ymisk viðurskifti. Hon sigur við VP, at hon meinar ikki, aðalfundurin var lógligur, tí hann var ikki nóg væl lýstur. Hon hevur annars ikki stórvegis hug at gera aðrar viðmerkingar men sigur, at ætlanin er at hava nýggjan aðalfund fyrst í næsta mánað.

- Tað hevur leingi verið lítil áhugi fyri arbeiðnum hjá felagnum, fáir limir møta til fundirnar, og vit hava umrøtt møguleikan at leggja felagið saman við hini arbeiðarafeløgini í oynni, sigur hon.

Sum skilst er semja um tað í nevndini, í øllum førum teirri sum var áðrenn aðalfundin. Men tað er óvist um undirtøka er fyri samanleggingini ímillum limirnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo