Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í dag eru tretivu ár síðani, at tann skendski Berlin-múrurin datt og harvið setti endaligt punktum fyri Tað kalda Kríggið. 

Harumframt skapti tað djarva gjøgnumbrotið í Bornholmerstrasse  tann 9. november 1989 eisini ta ketu-reaktión, sum kollvelti alt tað kommunistiska Eystur-Europa.

Hesa stórhending kunnu flestøll avgjørt fegnast um, og tað er tí forstáiligt, at ein heldur kalejdoskopisk fylking hevur sett sær fyri at hava debatt-fund um Múra-fallið á Meiaríinum í Havn.

Men tað virkar ótrúliga barokt, at ein av teimum allarítarstu og mest fanatisku salon-kommunistunum, sum var  kendur fyri at elska Berlin-Múrin, líka til 1989, er boðin við sum spælimaður og "søgu-ekspertur".

Hesin revisionistur var ofta at hoyra og síggja, sum ein av teimum gráti-fegnu tilbiðjarunum av teimum   karráu kommunistisku diktaturunum, líka frá Albanien til Cuba. 

-  Í dag fortelur hann kokettur, at hann er demokratur.

Hann var so barnsliga glaður um kommunismuna, at hann fór pílagrímsferð til Albanien fyri at fagna massamordaranum Enhver Hodja síðst í 1970´unum. 

Nú reviderar hann søguna við at látast og spæla Berlin-múra-kritikari við afturvirkandi megi.

Tað vóru ikki nógvir limir av Framanum ella øðrum kommunista-bólkum í Kjøpinhavn, sum vóru størri Berlin-múra-elskarar, enn akkurát hesin spælimaðurin, sum síðani er blivin politiskur sprellimaður í tí nationalistisku sektini.

Vit  eru enn nógv, sum minnast, hvussu heilavaskaðir Múra-elskararnir vóru, og hvussu forstokkaðir teir forsvaraðu tað arkitektoniska Skrímslið og tað ómenniskjansliga fongslið  hjá  Erich Honecker, sum man  kallaði  DDR.

Teir føroysku kommunistarnir háðaðu socialdemokratin Willy Brandt, sum stóð sum ein politiskur risi móti áganginum úr Eystur-Berlin frá Walter Ulbricht.

Men Brandt var sterkari og seigari enn Berlin-múrurin, sum tann desperati Ulbricht bygdi 13. august 1961.

Tað klæðir øllum, sum vanvirdu og stríddust móti Múrinum og tí kommunistisku ómegdini at hátíðarhalda dagin, men TEIR, sum vardu og dámdu Múrin áttu at tagt og ikki forfalska søguna.

Teir áttu heldur ikki at  troysta sær at mukka, men flóvisliga  drýpt  sítt forstýraða høvur og skamma seg.. 

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo