Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Útgevarin av blaðnum Ó, Hanus Samró, heldur at løgi er, at einasta ungdómsblað í landinum, ikki skal sleppa framat sendingini hjá KVF, Pressan.

- Ó -blaðið er einasta ungdómsblað í Føroyum. Null stuðul. Eingir almennir pengar. Men tað er opinbart ikki viðkomandi fyri Kringvarp Føroya ella pressuna, Øssur Winthereig. Hetta er harmiligt, skrivar Hanus Samró á Facebook.

- Eg siti eftir við einari serstakliga keðiligari og tómari kenslu, tí hví ikki heldur brúka tíð uppá tey, sum veruliga royna at gera nakað fyri tey ungu?

- Vit hava givið 8 bløð út, meðan tað 9. er á veg. Og tí siti eg eisini við einari tómari kenslu nú, tá eg hoyrdi sendingina hjá Øssuri Winthereig. Hon gav lurtaranum eina fatan av, at einki hendir.

- Hví ikki heldur brúka tíð uppá tey, ið veruliga royna at gera nakað fyri tey ungu? skrivar Hanus Samró á Facebook.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo