Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Øssur Winthereig bloggar: Misálitið á Rigmor Dam í dag lýsti mest, at verandi andstøðuflokkar yvirhøvur ongan áhuga hava í at bøta um fjølbroytnið og trúvirðið hjá Kringvarpinum. Men royndu at brúka hetta høvið at sáða illgruna og misálit á kringvarpið.

Hetta gjørdi einki gott, at slíkir útspillandi og óndsinnaðir tinglimir skuldu draga kringvarpið gjøgnum tað skitna og dálkaða díkið, sum teir í dag demmaðu í løgtinginum.

Tí hetta er álvarsamari enn so, tá vit hugsa um kringvarpið sum eina verju av fólkaræði og fjølbroytni.

Øll sjónarmið við
Tann seinasti dokumentarurin um skattamálið vísti, hvussu kringvarpið valdi at leggja seg á aktivistisku linjuna hjá Astrup og halda onnur sjónarmið uttanfyri. Og tann, sum helt hondina yvir hesum journalistikki var tíðindaleiðarin. Tey, sum talaðu at - ella spurdu - fingu ikki nógv viðhald. Nýggi stjórin - óroyndur í journalistikki - fekk at vita, at hann skuldi ikki lata sum um hann var stjóri. Har vóru aðrir valdsstrukturar galdandi í KvF - og teir stóðu tíðindaleiðarin og hennara fylgisveinar fyri: atfinningar máttu ikki koma, eftirmeting av sendingini skuldi stýrast, øll uttan onkur úrvaldur skuldu halda seg burtur.

Tá hetta ikki lagaði seg eftir høvdinum hjá tíðindaleiðaranum, so eksploderaði húsið - fór í fleiri partar, sum fóru upp í móti hvørjum øðrum og - sum mær er sagt - førdi til hjartabankan fleiri staðni í húsinum.

Tíðindaleiðarin sjálv fór í eitt annað gir, sum eisini Mentamálaráðið í síni niðurstøðu sigur var ov nógv av tí góða og sum ógjørligt var hjá nýggja stjóranum at slúka.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo