Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Pappírsfiskurin hjá Atla Dam, soleiðis lýsti Dagblaðið sáttmálan, ið Atli Dam sáli hevði fingið við Noreg og Rusland, og sum gav føroyskum flakatrolarum loyvi at fiska tosk og hýsu í Barentshavinum. Afturfyri kundu norsk og russisk skip veiða uppsjóvarfisk í føroyskum sjóøki.

Tað segðist frá teimum, sum vóru við í føroysku sendinevndini, at samráðingarnevndirnar hjá mótpartinum stóðu ikki Atla Dam kurl. Samráðingarnar vóru bæði langar og drúgvar. Hvørja ferð, tað var steðgur í samráðingunum, fyri at norsku ella russisku samráðingarfólkini kundu tosa við baklandið hjá sær og fáa eina hvild, legði Atli seg í ein krók í samráðingarrúminum at hvíla seg. Tí var Atli sum fiskurin, tá byrja varð aftur, og úrsltið var hareftir.

Nú 40 ár aftaná hevur pípan fingið eitt annað ljóð.

Mikið rok tók seg upp, tá Høgni Hoydal, fyrrverandi landsstyrismaðurin í  fiskivinnumálum, frígav 10 prosent av kvotuni í Barentshavinum at selja á uppboðssølu.

Sjálvandi hevur Høgni Hoydal verið vitandi um tær øgiligu upphæddirnar, ið Fiskimálaráðið ígjøgnum árini hevur lutað út til Noreg og Russland í uppsjóvarrkvotum í føroyskum  sjóøki.

Hesi 40 árini hava Føryar latið stívliga 6 miliónir tons, ella nágreinliga 6.092.759 tons í uppsjóvarfiski td. svarkjafti, makreli og sild til Noreg og Rusland, fyri at flakatrolararnir kundu fiska í Barentshavinum.

Fyri 1978-79 kundi tað fiskast óavmarkað. Avtalan millum Føroyar  og Noreg var tíðarskeiðið 1980 til 2010.Tíðarskeiðið 2011-13 var eingin avtala við Noreg. Og síðan 2014 hevur Noreg fingið atgongd at fiska makrel og svartkjaft í føroyskum øki. Og Føroyar hava havt kvotur í norskun øki sunnanfyri 62 stig N.

Avtalan íð er viðgjørd í hesi greinini millum Rusland og Føroyar er tíðarskeiðið frá 1980 til 2016.

Var eingin kvota, var heldur eingin kvota at fiska og null trolarar í Barentshavinum, og ikki hevði verið neyðugt hjá reiðaranum á Ennibergi at leggja sak í móti eigaranum av Barentshavkvotuni, nevnliga Føroya fólki.

Tað má sigast at vera sera ótakksamt at leggja sak ímóti tí, sum hevur goldið fyri kvotuna í Barentshavinum hesi 40 árini, og sum millum annað Enniberg hevur fingið fyri onki. 

At reiðarin á Ennibergi harafturat krevur endurgjald við støði í einum 25 ára longum áramáli frammanundan, um tað skulu gerast broyringar í kvotunum, er beinleiðis láturligt.

Og, fyri at tað ikki skal vera lygn, so tók sam maður ákærurnar aftur og slepti málinum – tað gjørdi reiðarin á Ennibergi umvegis sín sakførara, sum er farin á ting og nú fær orna paragraffirnar báðu megin borðið – men hann heldur í markleysum frekleika kortini, at Fiskimálaráðið eigur at gjalda sakarmálskostnaðin.

Jú, tað er sanniliga onkur, sum heldur seg vera omanfyri lóg og rætt.

Hetta vísir eisini, at grammleikin hevur einki mark, heldur ikki, tá onnur gjalda fyri tað tilfeingið, sum er avgerðandi fyri, at tú yvirhøvur kanst hugsa um at dríva fiskiskap í Barentshavinum.

Hetta vísur eisini, at vit hava eitt ótrúliga tolsamt samfelag, sjálvt yvir fyri sovorðnum persónum.

Høgni Hoydal gjørdi ikki annað, enn ein landsstýrismaður í fiskivinnumálum eigur og hevur skyldu at gera, nevniliga at gera eina roynd at broyta eina fullkomiliga høpisleysa og vanvirðisliga siðvenju, har landskassin hevur goldið reiðarunum á flakatrolarunum fyri alt tað tilfeingi hesir bátar hava veitt í samfull fýra áratíggjur.

Og hvat gjørdu fjølðmiðlanir, serliga okkara almenna Kringvarp?  Einki, tá tað snýr seg um tey astronomisku virði, ið landskassin hevði sagt frá sær við ókeypis útlutingini av botnfiski á fjarleiðum, ókeypis. Als einki. Hinvegin, so brúkti Kringvarpið 90 prosent av orkuni upp á at gera Høgna Hoydal til tann stóra skurkin. Tað hevði hann ikki uppiborið í hesum máli.

Frank Davidsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo