Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Starvsfólkatrot og trot á námsfrøðingum tykist ikki vera nakað, ið politiska skipanin, við Jenisi av Rana á odda, tekur í álvara.

Fyrst í árinum vísti stjórin í Almannaverkinum á, at Almannaverkið komandi 10 árini fær brúk fyri 700 nýggjum starvsfólkum.

95% av hesum eru námsfrøðingar og hjálparfólk. Hesi fólkini skulu finnast fram í Føroyum fyri at veita borgarunum tær tænastur, ið eitt vælferðarsamfelag ásetur. Her er talan um nýggj starvsfólk, ið skulu avloysa tey starvsfólk, sum fara frá vegna aldur – og harafturat fara nýggjar tænastur at verða veittar. Sum fakfelag meta vit, at hetta talið er lágt sett, tá vit longu nú eru sera ivandi í mun til, um borgarin fær eina haldgóða námsfrøðilig tænasta, tá starvsfólkini alt ov oftani eru einsamøll til arbeiðis, náttarvaktir eru spardar burtur og tænastustøðið er í botni í feriutíðini.

Innan kommunala geiran er støðan hjá flestu dagstovnunum og frítíðarskúlum longu torfør. Torført er at fáa nokk av starvsfólkum, og eru fleiri størv mannað við ungum fólkum, ið ikki ælta sær at vera verandi innan námsfrøðiliga økið. Nýggi veruleikin hjá fleiri stovnum er, at tey kenna seg noydd at ringja til foreldur og boða frá, at tey mugu heinta børnini í ótíð, tí stovnurin ikki hevur fólk at taka sær av teimum.

Vit síggja samstundis, at tørvurin á námsfrøðiligum stuðlum innan fólkaskúlan er økt og tykist bara økjast komandi árini.

Hyggja vit eftir limalistanum hjá Føroya Pedagogfelag síggja vit, at umleið 300 námsfrøðingar og hjálparfólk longu eru 60 ár ella eldri. Tað vil siga, at hesi helst fara frá vegna aldur komandi 10 árini.

Tørvurin á námsfrøðingum er tí eyðsæð ógvusliga stórur.

Landsstýrismaðurin ger einki! Har skal framhaldandi hyggjast eftir, um betur er at skilja útbúgvingina sundur í eina “dagstovna-” og ein “sosialpedagogiska” útbúgving, og harvið er tað umberingin fyri, at einki verður gjørt.

Vit, ið kenna støðuna, standa púra spyrjandi. Hvussu ber tað til at hava so lítla virðing fyri framtíðarinnar ættarliði, og teimum, ið tørva námsfrøðiligan stuðul at megna gerandisdagin?

Nú má Landsstýrið finna hasar fáu krónurnar, soleiðis, at ein flokkur afturat kann takast inn at lesa námsfrøði á Fróðskaparsetrinum.

Føroya Pedagogfelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo