Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit eru nógv ið hava børn ið skulla fermast og eg helt, vit høvdu eina óbeinleiðis avtalu við mynduleikarnar um at virða tilmælini og bara hava fadrar og tey nærmastu til konfirmatiónina. Vit hava eisini vent okkum til Pál Weihe, og hann ræður frá at halda stórar veitslur.

Men nú tað nærkast síggjast fleiri og fleiri á facebook ið ætla at halda veitslur og bjóða vælkomin.

Tað má sjálvandi ein og hvør onkusvegna ráða fyri sjálvur, men tað kann skjótt verða ógvuliga synd fyri konfirmantarnar ið onga veistlu fáa, tí tey virða tilmælini.

Vit eru sera nógv foreldur ið sakna eitt felags úttalilsi frá myndugleikunum, men har er so gott sum einki.

Nú Danmark er við at blíva blóðreytt aftur við koronu, eru fleiri millum annað fadrar ið eru komin heim til fermingar.

Hetta er kanska skrivað alt ov seint, tí nú er so tætt uppundir.

Men eg sakni ein felags leist. Tað er órættvíst, at tað er ikki líka fyri øll.

Óttafullur pápi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo