Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nógv harðari stormar kunnu raka Føroyar, sigur Granskingarráðið og heldur fram: … at vit í norðurlondum eisini verða rakt av veðurlagsbroytingunum og enntá í stóran mun. 

Ávirkanin, sum verðurlagsbroytingarnar fara at hava á norðurlond, kann koma at kosta mannalív, um vit ikki eru fyrireikað.

Hetta hevur Granskingarráðið frá Rico Kongsager, lektari í Emergency and Risk Management ved Københavns Professionshøjskole, sum leiðir verkætlanina ”Climate Change Resilience in Small Communities in the Nordic Countries, CliCNord”

Víðari verður sagt: Det, de (føroyingar, red.) måske ikke er lige så forberedt på, er den intensitet, som stormene fremadrettet vil få. De vil blive så kraftige, at de overgår, hvad husene, vejene og broerne er bygget til. Vi vil få stormvejrshændelser, som kommer til at ske oftere, så hele infrastrukturen skal tilpasses dem. En storm er ikke bare en storm længere ….. Der skal være fokus på helt lavpraktiske ting, som hvor vandpumperne skal stå, hvordan hustage kan blive fortøjet, hvor man kan opsætte pløkker langs husene, om bygningselementerne skal være anderledes og en række andre tiltag. Hele infrastrukturen omkring veje, broer og tunneller, internet og vandforsyning er også spørgsmål, som studiet skal belyse

Tað er hugvekjandi, sum tað ber til at fáa fígging til alt møguligt, bara til ber at spjaða ótta og angist og pástanda, at veðrið fer ar skikka sær soleiðis, at hús, bygningar, vegir, brýr, tunlar osfr. í Føroyum ikki kunnu halda til framtíðar veðurlagið. At leiðin er týning.

Fara vit aftur til 1875 til dags dato eru veðurviðurskiftini í Føroyum nærum einki broytt, burtursæð frá, at temperatururin er hækkaður við uml. einum stigi (tað var tó kaldari frá tríatiárunum inn í sjeytiárini). Avfallsmongdirnar hava støðugt sveiggjað frá um 1000 mm til góðar 2000 mm um árið, ella í meðal um 1400 mm (mátingar í Tórshavn).

Ódnirnar hava verið við jøvnum millumbilum, seinast um jólini í 2016. Títtleikin av ódnum hevur verið støðugur seinastu skjótt 150 árini, hóast nevndu temperaturøking.

Tí er tað at ræða fólk og spjaða angist at halda uppá, at neyðugt er nú at endurskoða øll anlegg - frá húsum, bygningum til vegir, tunlar osfr., tí framtíðin bert hevur undirgang at bjóða.

Sjálvsagt skal øll tilbúgving verða í samsvari við dagsins krøv, tá vit byggja og gera anlegg, sum eisini eru staðsett, har eingi fyrilit eru tikin til veður og vind, soleiðis sum tey gomlu gjørdu. Tí eiga váðametingar at verða gjørdar við jøvnum millumrúmum.

Men haðani at halda uppá, at vit eru ávegis undirgangi avdúkar, hvussu mong brúka allar møguleikar at fáa fígging til projekt, sum hava støði i kollektivari ræðslu og angist, sum verður sádd millum manna, serstakliga millum ungdómin.

Tað er ræðandi.

Bjarni Djurholm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo