At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tekstur og mynd/Sonne Smith: 9.D í Eysturskúlanum í Havn vann mikudagin 9. mai eina kapping við einari verkætlan, ið snúði seg um kompost og maðkar og annað gott í tí føroysku jørðini. Framløga var í hølunum hjá Dansifrøi í Havn, men undan tí høvdu tey eina verkstovu í Eysturskúpanum 7. og 8. mai at gera klárt.

Hetta var eitt úrslit av, at tey fyri einum trimum-fýra árum síðan hildu seg vera komin til tað, at tey skuldu fara at undirvísa í íverksetan – innovatión – í teimum yngru flokkunum í Eysturskúlanum.

Í átta ár hava tey havt eina íverksetarabreyt í Námi X, sum heldur til í Eysturskúlanum. Har hava tey eitt nú verið við í føroyameistaraskapinum fyri íverksetan millum fólkaskúlar í samstarvi við íverksetarar í Klaksvík.

Úr tí spratt so tann tankin, at tey í Eysturskúlanum skuldu fara at undirvísa í nakrar tímar í teimum yngru flokkunum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo