Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrispurningur um hjálparátøk til fólk við m.a. seinheilaskaða, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir § 52a) av Jóhannis Joensen, løgtingsmanni.

1. Ætlar landsstýrið at seta meiri pening á komandi fíggjarlóg til at seta fleiri talulærarar í starv innan Almannaverkið til m.a. taluvenjingar til fólk við seinheilaskaða o.ø.?

2. Hvussu langt er landsstýrið komið við ætlanunum um at byggja depil/viðgerðarstað til m.a. fólk við seinheilaskaða og demens?

3. Eru talið av ergo- og fysioterapeutum innan Almannaverkið nøktandi?

4. Ætlar landsstýrið at seta pening á komandi fíggjarlóg til at seta fleiri ergo- og fysioterapeutar í starv?

5. Hvussu gongur við ætlanunum um at byggja bústaðir til fólk við m.a. seinheilaskaða?

Svar:

Til 1)
Almannaverkið veitir endurvenjing til persón, sum er millum 18 ár og fólkapensjónsaldur. Endurvenjingin verður veitt við tí endamáli, at persónur kann fáa ella varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin ella klára seg uttan ella við minni hjálp frá Almannaverkinum.

Í 2018 játtaði Løgtingið 200.000 kr. soleiðis, at taluvenjing kundi gerast liður í endurvenjingini í Almannaverkinum. Almannaverkið hevur síðani bjóðað taluvenjing í samband við, at borgarar hava fingið endurvenjing, og er tænastan keypt frá privatum veitara. Higartil hava øll tey, ið hava verið undir endurvenjing í Almannaverkinum og sum eisini hava havt tørv á taluvenjing, fingið taluvenjing sum lið í endurvenjingini.

Almannaverkið hevur tó víst á, at tað eru borgarir, sum ikki eru fevndir av endurvenjing í Almannaverkinum, sum í løtuni ikki fáa taluvenjing frá nøkrum myndugleika, hóast tey hava tørv á tí. Landsstýriskvinnan ásannar, at tað er ein avbjóðing at veita nøktandi taluvenjing í Føroyum. Tað er ikki nøktandi, at fólk, sum hava tørv á tí, ikki fáa taluvenjing, og spurningurin er eisini, um verandi skipan, har fleiri myndugleikar hvør í sínum lagi veita taluvenjing, er nøktandi. Landsstýriskvinnan metir, at tað kundi verið áhugavert at kanna grundarlagið fyri at savna taluvenjing á einum staði, serliga í mun til at styrkja fakliga tilfeingið og at gagnnýta tilfeingið, nøktandi eins og Almannaverkið og Sernám hava víst á.

Samskiftið hevur verið millum Almannaverkið og Sernám og millum Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið um, hvussu hesi viðurskifti verða best skipaði, men ongin endalig loysn er funnin enn.

Til 2)
Samskifti hevur verið millum landsstýrisfólkini í almannamálum og heilsumálum um møguligt samstarv og samskipan av viðgerðum og tænastum, sum ávikavist Almannaverkið og heilusverkið veita borgarum, sum hava seinheilaskaða.

Landsstýrisfólkini eru samd um, at tað er alneyðugt at samstarva um borgarar, sum fáa seinheilaskaða um borgarin skal fáa nøktandi viðgerð og tænastur, samstundis sum tey avvarðandi kunnu hava eitt virkið lív. Koronastøðan hevur tó avmarkað arbeiðið við at finna møguligar loysnir, og støða er tí ikki tikin til, hvussu viðgerðin og tænasturnar kunnu samskipast betri.

Til 3)
Higartil hevur Almannaverkið veitt endurvenjing. Heimild er í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur fyri, at Almannaverkið frá. 1. september 2021 kann veita viðlíkahaldsvenjing til borgarar millum 18 ár og fólkapensjónsaldur, sum orsakað av breki ella sjúku hevur ella er í vanda fyri at fáa týðandi og varandi skert virkisføri, ið munandi víkir frá aldurssvarandi virkisføri og hevur týðandi ávirkan á sjálvhjálpni.

Sambært Almannaverkinum er tað neyðugt at seta 2 ergo- og fysioterapeutar afturat, um bíðilisti ikki skal verða til endurvenjing.

Harafturat er neyðugt at seta 12 ergo- og fysioterapeutar fyri, at Almannaverkið skal kunna veita øllum nøktandi viðlíkahaldsvenjing sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur. Tað tekur tíð at stovnseta og skipa eina nýggja tænastu, og tí er ætlanin, at skipanin við viðlíkahaldsvenjing mið- og stigvíst verður útbygt komandi árini.

Heimild er eisini fyri, at Almannaverkið kann keypa tænastu frá privatum veitara fyri at kunna veita viðlíkahaldsvenjing sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.

Til 4)
Landsstýriskvinnan hevur raðfest játtan til endur- og viðlíkahaldsvenjing á uppskotinum til fíggjarlóg fyri komandi ár og vónar, at Løgtingið tekur undir við raðfestingini.

Til 5)
Vantandi bústaðartilboð til borgarar, sum hava seinheilaskaða, hevur longi og er framvegis ein stór avbjóðing. Landsstýriskvinnan ásannar, at tað eru ov nógv fólk við seinheilaskaða, sum ikki fáa nøktandi bústaðartilboð og eisini ov nógv fólk við seinheilaskaða, sum ikki fáa eina nøktandi tænastu í egnum heimi.

Landsstýriskvinnan er farin undir at fyrireika bygging av bústøðum til fólk við seinheilaskaða, men landsstýriskvinnan má samstundis staðfesta, at tað tekur langa tíð at fyrireika almenn byggimál og at kostnaðarstøðið er ein avbjóðing.

Tí verður eisini kannað, um tað eru alternativar hættir at loysa verandi bústaðaravbjóðing eins og umrøtt verður í Frágreiðing um bústaðapolitisk átøk frá 6. mars 2020.

Tórshavn 28. september 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo