Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í forleingilsi av sendingini ‘teir ómettiligu’ eru viðurskifti at umrøða.

Mínar royndir í almennari fyrisiting, bæði sum starvsfólk og politikari siga mær, at vit arbeiða alt alt ov sundurbýtt –  í sokallaðum ‘silohugsanum’, har ábyrgdin fyri heildini tykist verða burturi.

Vit stara niður á borðið og viðgera sakir sum einkultsakir, uttan samanhang við nógv annað, sum átti at verið hugt eftir, og sum í síðsta enda eigur  at tryggja fólkinum bestu viðurskifti, politikaranum holla ráðgeving og politiskum hensigtum bestu kor.

So ístaðin fyri at embætiskverk arbeiðir slaviskt eftir lógum, reglum og kunngerðum, og eisini onkuntíð ráðgeva eftir ‘holum í lógini’– eigur tað, í størri mun, at verða vent aftur til politiska myndugleikan við uppskotum um tillaging og præcisering, tá boð eru eftir tíð, so politiska málið altíð verður stavnhaldið.

Her koma hægri útbúgvingarskipanir inn í myndina og spurningar um, í hvønn mun tær eru nøktandi sum yvirornað organ, í hesum føri, løgtinginum, at frama.

Sum við fyriskipanum, ger tað sama seg galdandi, - at viðurskifti eru ov fakliga uppdeild, eitt nú løgfrøði, fíggjarstýring, grannskoðan og so framvegis, soleiðis at heildarmyndin mangan verður burturi.

Eg sakni fólk úr samfelag og vinnu á almennum fyrisitingarligum arbeiðsplássum, og soleiðis at skilja, at ikki nærum hvør starvslýsing skal biðja um fólk frá hægri lærustovni.

Í fleiri førum hava hesi ikki nóg holla vitan og royndir um tey ‘segment’, tey eru sett at arbeiða við, sum tískil blívur skriviborðsarbeiði meira enn samanhangur, politiski og fólksins vilji og kommunalur ella tjóðskaparligur integritetur.

Tað tekur sjálvsagt drúgva tíð at endurskoða, broyta og tillaga hægru útbúgvingarnar, men at bjóða royndum fólki, á øllum økjum, framat almennari fyrisiting, er heilt avgjørt eitt stig á leiðini.

Við vón um framgongd.

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo