Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Í tíðarskeiðinum 14.- 20. mai gjørdi Magnus Heinason kanningar av havfrøði, æti og fiskalarvum á Landgrunninum. Hildið verður, at tíðarskeiðið apríl-mai er avgerðandi fyri vøkstur og yvirliving hjá fiskalarvum, og líknandi kanningar vóru tískil eisini gjørdar í apríl.

Fiskalarvurnar vóru enn rættiliga smáar, og størsta nøgdin var at finna norðanfyri og í ein útnyrðing úr Føroyum. Nógv var til av djóraæti (sonevndum kopepodum), serstakliga á Landgrunninum eystanfyri. Eggproduktiónin hjá hesum kopepodum var høg nær landi, og har var eisini mest av fiskalarvum at finna. Hesir kopepodar, og egg teirra, eru avgerandi týdningarmikil føði hjá fiskayngli hesa árstíð.

Gróðurin - fyrsta liðið í føðiketuni - hevði tó ikki tikið seg upp enn. Størsta nøgd av plantuæti var máld norðanfyri og vestanfyri, og har var eisini nógv av fiskalarvum. Á ávísum støðum á ytra parti av Landgrunninum vóru óvanliga nógvir pílormar (Chaetognatha) at síggja í ár. Hesir kunnu kappast við fiskayngul um føðina.

Meira kann lesast í túrfrágreiðingini her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo