At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Talan er helst um ein danskan "stóran húseiturkopp" - Tegenaria atrica  - og hetta skal vera ein tann skjótasti í heiminum til beins, frættir VP frá Maritu Gulklett og Jens Kjeld Jensen sum vita nógv um kykt og skordýr.

Tann á myndunum var sæddur nærhendis einum handli í Havn í dag, og tað er væl hugsandi, at hann er komin við vøru sum er innflutt til handilin.

Hetta slagið er ikki vanligt í Føroyum, tó at tað hevur verið at sæð her viðhvørt seinastu árini. Men í Danmark er hann vanligur. Hann kann renna ein hálvan metur uppá eitt sekund og er harvið ímillum skjótastu eiturkoppar í heiminum, sambært heimasíðuni hjá Jens Kjeld Jensen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo