Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Ovastevnan verður skotin í gongd við sangleikinum “Kongsdótturin í Nólsoy” í dag kl 17. Skráin í morgin er fjølbroytt og leygardagin verður stór og spennandi skrá. Niðanfyri ber til at síggja alla skránna. 

Hósdagur 11. august
17:00  “Kongsdóttirin í Nólsoy”, sangleikur frumframførdur á flakavirkinum, 100kr

Fríggjadagin 12. august
09:30  Matvørubúðin er opin til kl. 19:00
13:00  Kunningarstovan/Neystkafé er opin til kl. 22:00
13:00  Maggie’s er opið til kl. 00:00
14:00  Heimavirkið er opið til kl. 17:00
17:00  Konsert í kirkjuni. Blásibólkurin Kamerata Føroyar spælir tónleik eftir Beethoven og samtíðar tónaskøldum hansara.
17:00  “Kongsdóttirin í Nólsoy”, sangleikur framførdur á flakavirkinum, 100kr
19:00  Tjaldið á keiini er opið til kl. 03:45
20:00  Kabarettin “Avlýst” í Royndarhúsinum, atgongumerki 150 kr
20:30  Aftankvirra í kirkjuni, konsert við Beintu, Borgfríð og Juliu.
21:00  Andakt í kirkjuni við Anne Mette Greve Klemensen, presti
22:00  Ovastevnu Quiz við Karlot í tjaldinum á keiini
00:00  Galaksi spæla í tjaldinum á keiini

Leygardagin 13. august
09:00  Matvørubúðin er opin til kl. 20:00
10:00  Morgundypp á Malarenda
10:30  Svimjing um Nólsoyarfjørð
11:00  Rennikapping úti á Veg fyri børn og vaksin, heiðursmerkjahandan beint aftaná.
11:00  Heimavirkið er opið til á miðnátt, tó er stongt millum kl 13 og 15.
11:30  “Frá siðbundnari matmentan til Maud’sa køkshava”. Søguforteljing um matmentan og grønmetisframleiðslu + brellbitar. Byrjar uttanfyri hjá Maud.
12:00  Grýturætturin hjá Maud fæst til keyps á keiini
12:30  “Kongsdóttirin í Nólsoy”, sangleikur framførdur á flakavirkinum
13:00  Kunningarstovan/Neystkafé er opin til kl 02.
13:00  Maggie’s er opið til kl. 03:45
13:30  Heiðursmerkjahandan til svimjarar í tjaldinum
14:00  Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, setur stevnuna á keiini, Havnar hornorkestur spælir
15:00  Bygdasavnið við Brunn er opið til kl. 18:00 – kostnaður 50 kr.
15:00  Barna- og familjutiltak á Malarenda
15:00  Barnabasarur – børn selja úti á Veg
15:00  Tórshavnar manskór hevur konsert í kirkjuni, Bjarni Restorff og Kári Bæk stjórna
15:00  Tjaldið á keiini er opið til kl. 03:45
15:00  Spæliplássið á Látrinum er opið til kl 18:00
15:00  Pylsuvognurin á keiini er opin til kl. 04:00
15:00  Ræstkjøtaburgarin fæst til keyps úti á Veg
15:00  Softice til sølu í Avhaldshúsinum.
15:00  Listaframsýning í gamla pakkhúsneystinum, listaframsýning við lokalum listafólkum.
15:00  Boing-bóltar á Mýrini
15:30  Gongutúrur í bygdini við Jógvani Thomsen, byrjað verður uttanfyri Kunningarstovuna
16:00  “Kongsdóttirin í Nólsoy”, sangleikur framførdur á flakavirkinum
16:30  Vágakórið hevur konsert í kirkjuni, Benjamin Gaasedal stjórnar.
17:00  Frelsunarherurin hevur útimøti á keiini
18:00  Kabarettin “Avlýst” í Royndarhúsinum, atgongumerki 150kr
18:00  Kórhugnaløta undir Botnagarði, vit syngja úr ”101 kórsangur”
19:30  Fríði Sigmundsson, tónleikaframførsla á keiini
20:00  Kabarettin “Avlýst” í Royndarhúsinum, atgongumerki 150kr
20:00  Uni Debess, konsert á Maggies, ókeypis atgongd.
20:30  Stand-up við Astrið Gullborgardóttir á keiini.
21:00  Guðrun Sólja og Janus Kampmann, tónleikaframførsla á keiini
22:00  Felagssangur við fylgispæli á keiini
23:00  Signar í Homrum og ROX spæla í tjaldinum á keiini
23:00  Føroyskur dansur í Avhaldshúsinum
23:00  “Upp á tá” - dansur í Royndarhúsinum við Martini Sømark og Finni S. Olsen, atgongumerki 100kr

Sunnudagin 14. august
10:00  Brunch “Hjá Maud”
11:00  Guðstænasta við Anne Mette Greve Klemensen, presti. Verður útvarpað.
14:00  Kunningarstovan/Neystkafé hevur opið til kl 17:00
15:00  Maggie’s er opið til kl. 00:00
18:00  “Kongsdóttirin í Nólsoy”, sangleikur framførdur á flakavirkinum
20:00  Kabarettin “Avlýst” í Royndarhúsinum, atgongumerki 150kr

Mánadagin 15. august
13:00  Kunningarstovan/Neystkafé er opin til kl. 16:00
13:00  Matvørubúðin er opin til kl 17:30
13:00  Maggie’s er opið til kl. 00:00
14:00  Heimavirkið er opið til kl. 17:00
19:00  Kabarettin “Avlýst” í Royndarhúsinum, atgongumerki 150 kr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo