Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í Sosialinum 7. August er grein í sambandi við uppgávuna at listprýða nýggja Skúlan á Fløtum, og at Tórshavnar Kommuna uttan aðra ávaring hevur tikið uppgávuna frá Hansinu Iversen, sum annars hevði vunnið kappingina um at listprýða skúlan saman við Edvardi Fuglø og Jón Sonna Jensen. Tey hava øll trý í í minsta lagi tvey ár verið bundin av uppgávuni og arbeitt við henni.

Tað er ein týðandi uppgáva at listprýða ein almennan bygning, tí ein væl eydnað listprýðing er við til at tryggja, at bygningurin skapar røttu karmarnar fyri tí virksemi, sum skal vera í bygninginum. Listprýðingin skapar trivnað, gleði og hugna, og listprýðingin bjóðar eisini brúkarunum av bygninginum av.

Nú hevur so listabólkurin av sínum eintingum gjørt av, at tann eini vinnarin verður varpað út, og fær 100.000 kr sum plástur á sárið. Grundgeving var millum annað, at partur av játtanini var brúkt til onnur endamál. Og hetta var so eftir øllum at døma júst parturin hjá Hansinu Iversen.

Eg má siga, at eg haldi hesa framferð vera óvirðiliga. Loysnin sum varð vald, tá ið greitt varð, at játtanin rakk ikki til øll trý listafólkini, var ikki í ordan, og hon hevur í øllum førum ikki fingið nakra politiska viðgerð í Býráðnum.

Eg fari sum umboð fyri Javnaðarflokkin í Býráðnum at heita á borgarstjóran at taka málið upp aftur til nýggja viðgerð. Tá ið mann uttan at blunka kundi finna fígging til til dømis grillir og ljósperur á ólavsøku, so eigur mann eisini at gera sítt ítasta fyri at finna fígging, so at býráðið kann halda gjørdar avtalur – eisini við listafólk.

Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo