Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ferða- og tænastuvinnan hevur púra loyalt hildið øll tilmæli frá tí almenna, og eigur nú at fáa løn fyri sín loyalitet.

Ferðavinnan hevur verið í stórum vøkstri um alt landið. 2020 skuldi verða besta árið nakrantíð. Størsti vøksturin og størsta virksemið er í høvuðsstaðnum, har umleið 700 arbeiðspláss eru knýtt beinleiðis at tænastu í ferðavinnuni.

Men ferðavinnan er so ómetliga nógv annað og meira enn tað.

Ein hópur av fólki starvast innan atknýtta vinnu, sum m.a. veitarar til hotel- og matstovuvinnuna. Her er talan um veitarar av fiska- og kjøtvørum, frukt og grønmeti, vøru- og fólkaflutningi og reingerð, umframt ein hóp av fólki innan undirhaldsvinnu og aðra mentanarliga tænastu.

Ringarnir breiða seg ómetaliga skjótt, tá hotel- og matstovuvinnan liggur í andaleypi. Serliga í høvuðsstaðnum. Og tí er tað fyri mær heilt ófatiligt, at landsstýrið ikki beinanvegin kemur við einum hjálparpakka til tænastuvinnuna.

Tí 100 miljónir er fyri onki at rokna í mun til týdningin av hesi vinnuni og eina samlaða fíggjarætlan uppá fimm miljardir.

Eg vóni ikki, at tað er soleiðis, at mann nú bara dúvar uppá avtøku av sóttarhaldinum, fyri harvið at sleppa undan at stuðla vinnuni. Skaðin er longu hendur. Vinnan hevur ikki virkað undir nøkrum lógarkravi, men hevur púra loyalt hildið øll tilmæli frá tí almenna.

Kreppan rakar serliga hart í høvuðsstaðnum, sum tíverri er undirumboðaður í samgonguni í løgtinginum. Men eg meti, at nú skal tænastuvinnan hava løn fyri sín loyalitet. Alt annað er fullkomiliga óvirðiligt.

Og løgtingið eigur at vera somikið at sær komið, at tað fer at stuðla einum hjálparpakka beinanvegin og harvið stuðla tænastuvinnuni, áðrenn skaðin verður óbótaligur.

Annika Olsen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo