Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Íverksetarahúsið: Íverksetarabólkurin OVIS kappaðist í dag um danmarksmeistaraheitið í íverksetan við sínari verkætlan. Eftir ein spennandi og hendingaríkan dag í Kolding, bleiv úrslitið at OVIS fekk eitt flott triða pláss.

Bólkurin OVIS, sum hevur ment ljóðpanelir úr føroyskari seyða ull, hugtók donsku dómsnevndina.

Sum grundgeving fyri triða plassinum, legði dómsnevndin millum annað dent á, at OVIS hevði megnað at gagnnýtt eina vøru, sum var ment úr teirra nærumhvørvið, og sum ofta verður blakað burtur aftaná nýtslu. Harumframt hevði OVIS gjørt ein góða og fullmenta prototypu. Í kappingini luttóku 24 bólkar.

Vit ynskja OVIS hjartaliga til lukku, og alt tað besta í víðarimenningini av teirra verkætlan.

Næmingarnir handan OVIS eru: Trygvi Christiansson, Ólavur Olafsson Davidsen, Teitur Hentze Knudsen og Davur Samuelsen. Lærararnir eru Súsanna Brekku og Jónleif Johannesen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo