Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Íverksetarahúsið: Í dag var Løkshøll í Runavík karmur um finaluna til SkúlaFM 2022, tá virkisfúsir næmingar løgdu sínar virkisætlanir fram.

Vinnarin av SkúlaFM 2022 í íverksetan gjørdist bólkurin OVIS úr Skúlanum við Løkin, ið hevði frmleitt ljóðpanelir úr føroyskari seyða ull.

Dómsnevndin legði dent á, at OVIS megnaði at gagnnýta eina vøru, sum ov ofta verður blakað burtur aftaná nýtslu. Bólkurin hevði eisini gjørt ein góða og fullmenta prototypu, sum hugtók dómarnir.

Nummar tvey gjørdist Sjóprotein úr Fuglafjarðar skúla, og nummar trý gjørdist Kropsskrubb úr Skúlanum á Giljanesi.

Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark, sum er líkandi donsk kapping fyri skúla ungdóm. Harumframt góvu Betri og Føroya Tele 5.000,- kr. hvør til vinnandi bólkin.

Nr. 2 og 3. fingu somuleiðis ein vinning á ávikavist 1.500 kr. og 1.000 kr.

Finalan í Skúla FM er endabresturin fyri skúlarnar, sum hava arbeitt við íverksetan í skúlaárinum 2021/2022.

Tað er Íverksetarahúsið, sum skipar fyri SkúlaFM, í samstarvi við Uttanríkis- og mentamálaráðið, ið er kappingini, har ið skúlanæmingar úr framhaldsdeildini úr øllum landinum kappast í íverksetan.

Tey ungu læra at menna hugskot til nýggjar vørur og tænastur og at fremja hugskotini í verki. Harafturat fáa tey royndir í at stovna og reka egna fyritøku, skapa netverk, loysa trupulleikar og síggja møguleikar.

Tilsamans vóru seks bólkar við í finaluni í ár. Øll hugskotini vóru á høgum støði, og dómsnevndin metti, at møguleiki var at fara víðari við fleiri av hugskotunum. Í dómsnevndini sótu Jákup Dahl frá Betri Samtakinum, Tróndur Høgnason Dalsgarð frá Føroya Tele, Høgni Warberg frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum og Rannvá Troest, umboð fyri Vinnufarmaskipanina.

Ein sera væleydnaður dagur, har tey ungu veruliga vístu, hvussu nógv spennandi tey kunnu finna uppá.

Vit ynskja OVIS hjartaliga til lukku við heiðrinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo