Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Øll atgongumerkini til Oyggjadagin 2016 eru seld, og fólk standa á bíðilista at sleppa út í Hest, Koltur og til Nólsoyar.

Leygardagin 28. mai 2016 skipar Tórshavnar kommuna fyri einum spennandi tiltaki út í smáu oyggjarnar í kommununi.

Umframt at vitja tríggjar oyggjar ein og sama dag har gongutúrar eru í Hesti, verður eisini farið beinleiðis til Kolturs. Til ber enn at fara til Nólsoyar við Ternuni, sum siglir beinleiðis av Havnini.

- Undirtøkan hevur verið sera góð, og sum tað sær út nú, verður veðrið av tí besta. Oman fyri 420 fólk fara leygardagin at vitja hesar gimsteinarnar í kommununi, sigur Gunnar Djurhuus, økissamskipari í Tórshavnar kommunu.

Í Hesti verður skipað fyri trimum ymiskum gongutúrum, og haraftrat verður okkurt gott til matna. Í Koltri verður greitt frá gomlu býlingunum, og ein sertúrur verður gjørdur upp á Oyggj í Koltri. Í Nólsoy verða nógv ymisk spennandi tiltøk, og so verður eisini gingið suður í Dalar. Hetta verður ein dagur við bygdahugna, livandi tónleiki, uttandura grill og oyggjamentan.

Túrur 1, 2 og 3
Farið verður av Gomlurætt ávikavist kl. 08.00, 10.00 og 12.00. Og síðani verður skráin fyri túrin fylgd.

Túrur 4
Farið verður úr Tórshavn við Ternuni kl. 12.30, og farið verður úr Nólsoy aftur kl. 19.25 við Ternuni.

Túrur 5
Fráferð av Gomlurætt kl. 11.00 og úr Koltri kl. 15.00.

Til ber at lesa faldara um Oyggjadagin 2016 HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo