Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Aðalfundur hevur í dag verið í Altjóða Oyggjaleikanevndini (IIGA). Á aðalfundinum bleiv kunngjørt, at Oyggjaleikirnir 2021, sum skuldu verða á Guernsey, verða útsettir. Á aðalfundinum bleiv áherðsla løgd á, at Oyggjaleikirnir verða útsettir og harvið er ikki talan um eina avlýsing av Oyggjaleikunum á Guernsey.

Avgerðin at útseta Oyggjaleikirnar er tikin í samráð millum fyriskipararnar á Guernsey og Altjóða Oyggjaleikanevndina, og er grundað á Covid-19 støðuna.

Sí eisini viðhefta tíðindaskriv frá Altjóða Oyggjaleikanevndini og video við heilsan frá formanninum í Oyggjaleikanevndini Jorgen Pettersson: https://vimeo.com/461439807/c9dab8bebe

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo