Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fólk frá øllum útoyggjum hittast á Bursatanga fríggjadagin kl. 14.00 og ganga harfrá kravgongu yvir á Tinganes, at hitta landsstýrismannin í samferðslumálum, Henrik Old.

Yviri á Tinganesi verður byrjað við tónleiki og sangi við Terja Rasmussen, Anfinni Nielsen, Jóan Jakku Guttesen, Kim Hansen og øðrum. Síðani fer Maud Wang Hansen at handa Henriki Old krøvini:

At Strandfaraskip Landsins fær hægri raðfesting NÚ.

At ein “ferjuætlan” verður gjørd fyri endurnýggjan av elligamla flotanum hjá Strandfaraskipum Landsins.

At eitt líkinda avloysaraskip verður útvegað, sum nøktar veruliga tørvin á smáu oyggjunum.

Síðani fara umboð fyri ymisku oyggjarnar at handa Henriki Old skriv, sum lýsa avleiðingarnar, ið samferðslu-ruðuleikin hevur á gerandislívið og vinnulívið í teirra økjum.

Komið fjølment og stuðlið okkara krøvum. Øll eru vælkomin.

Havið okkurt at eta og drekka við tykkum – og týdningarmest gott lag, siga stigtakarnir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo