Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ársúrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2017 gjørdist eitt avlop á 5,9 mió. kr.  Umsetningurin  var  16,6 mió. kr.

Í Vágatunlinum koyrdu 839.750 akfør gjøgnum tunnilin, 93.680 fleiri enn í 2016, ein vøkstur á 12,6%. 

Hetta svarar til, at tað koyrdu 2.301 akfør í miðal hvønn dag. Til sammetingar koyrdu 2.037 akfør í miðal hvønn dag í 2016.

Norðoyatunnilin
Úrslitið í  P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop á kr. 4,3 mió. kr., sum er 0,7 mió. kr. lakari enn 2016.  Umsetningurin var 21,0 mió. kr. í 2017 og 24,5 mió. kr. í 2016. Orsøkin til minni inntøkurnar er, at prísirnir, fyri at nýta tunnilin, lækkaðu í januar og august. 

Í Norðoyatunlinum koyrdu 1.138.369 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á 13,8% í mun til 2016, tá 1.000.632 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum.

Ferðslan í 2017 hevur verið 3.119 akfør/døgn í miðal, í mun til 2.733 akfør/døgn í 2016.

Nevndirnar afturvaldar
Á aðalfundinum vóru nevndirnar afturvaldar. Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita: Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Johanna á Bergi.

Nevndin skipaði seg við við Jens Kára Vilhelm sum formanni og  Hera M. Hammer sum næstformanni.

Í nevndini fyri Vágatunnilin sita: Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze.

Nevndin skipaði seg við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Dánjal T. Thomsen sum næstformanni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo