At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Soleiðis ljóðar tvey brot, sum eru tikin frá heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu, sum umrøður varðveiting í kommununi:

Brot 1: “Kommunan ynskir, at varðveitingarverdir bygningar og býarpartar skulu tryggjast í framtíðarætlanum.”

Brot 2: “At nýggjar verkætlanir og umvælingar taka støði í nærumhvørvinum og verða gjørdar eftir landslagnum, sum tær skulu gerast partur av.”

Hetta eru tvey brot, sum vit øll taka fult og heilt undir við. Men vit mugu enn einaferð ásanna, at sitandi býráð ikki hevur lisið, hvat fyri virðisgrundarlag, sum Havnin sigur seg byggja á. Býráðið hevur nú ein gyltan møguleika at steðga hesari skilaleysu verkætlan og heldur gera eina P-ætlan sum tænir allari Havnini, Miðbýunum, teimum sum arbeiða í býnum ella teimum sum koma at vitja handlar, matstøð ella býin sum heild.

Tað kann ikki vera rætt, at býráðið rennur ørindir fyri einstakar byggiharrar, og setur allar galdandi samtyktir til viks, bara tí at tað sær út sum ein løtuvinningur, og møguliga kann bjarga sitandi samgongu nóg mikið av atkvøðum til komandi val.

Tá ið talan er um eitt so stórt álvarsmál, er tað neyðugt at býráðið steðgar á og finnur eina haldgóða loysn.

Eftir at vit hava fingið innlit í eitt annað byggimál sum stendur fyri durum, eitt hotell sum skal byggjast niðri við sjóvarmálan, sæst, at enn einaferð letur býráðið seg lokka av einstøkum byggiharra við at skúgva galdandi samtyktir til viks. Hesaferð hevur býráðið givið loyvi til at byggja eitt hotell uttan nøktandi parkeringspláss. Men sjálvandi hevur býráðið eitt “gott” hugskot til hendan trupulleikan.

Byggiharrin skal bert syrgja fyri at gjalda 1,4 mió í ein parkeringsgrunn, sum kommunan hevur stovnað, hvørs endamál má vera at loysa parkeringstrupulleikarnar í Havnini. So er sjálvandi nærlagt at hugsa, at býráðið játtar hesa upphædd sum stuðul til ætlaða P-húsið í Miðbýnum.

Góða býráð. Okkara áheitan skal vera, at nú hevur Havnin ein góðan møguleika fyri at finna eina loysn í heimsflokki, og ikki at gera tey somu misstøkini sum aðrir stórbýir gjørdu fyri 10-20 árum síðani. Nevniliga bygt hópin av betongklossum til parkering inni í trongum og gomlum býarpørtum. Hetta bara økir um trupulleikan, tí eitt P-hús hevur atdráttarmegi og fær fleiri og fleiri bilar at leita sær inn í áður nevndu trongu býarpartar. Nú rákið er vent og menniskja í staðin fyri bilurin verður settur í fokus, ber treyðugt til at sleppa av við hesar betongklossar.

Tórshavnar býráð eigur saman fakligu umsitingini at sett spurningin, hvønn bý og høvuðsstað eftirkomarar okkara skulu hava. Framtíðin kemur ikki av sær sjálvari, men vit í samtíðini skulu handa okkara vakra bý víðari til okkara børn – vakran og í góðum standi, soleiðis at trivnaður veruliga verður tað virðisgrundarlag, sum Havnin vil byggja á.

Tað er einki at dylja yvir at tað besta uppskotið higartil er parkeringstunnilin undir Havnina. Kommunan hevur fingið gjørt eitt skitsuuppskot og eru eisini játtaðar 4 mió. í fíggjarætlanini fyri 2021 til at arbeiða víðari við hesari ætlan. So er bert eftir at bretta upp um armar og fáa gongd í verkætlanina.

Felagið “Grannalív”
Umboðandi Tinghúsvegin niðara part, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo