Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Leygardagin 23. februar 2024 vóru ávikavist 2 dystir í A-bólkinum og 3 dystir í B-bólkinum í føroyameistarakappingini fyri lið leiktir í Bridgehúsinum í Gundadali

 

Vinstrahallir veljarar í Danmark hava minst tolsemi, tá ið tað kemur til menniskju við aðrari politiskari áskoðan

Minstakravið til hædd og BMI er broytt, so tey sum fyrr sluppu undan av hesum ávum skulu ikki longur rokna við at sleppa undan

- Poul Jespersen, Poul hjá Jaspuri (Poul á Hólum í Hvalba), abbi mín, var føddur 25/2 í 1879. Sama dag, sum hann fylti 45 ár, tann 25. februar í 1924 fyri júst hundrað árum síðan, fekk hann skipsboð

Sostatt vann hann valið í heimstatinum hjá mótvalevninum, Nikki Haley, men hon noktar at gevast

- Nógv dramatiskt kann verða sagt og skrivað um føroyskar fjølmiðlar - ikki minst á sonevndu sosialu miðlunum. Eftir stórar sparingar í fjørheyst stóð Kringvarp Føroya (KVF) aftur fyri skotum. Og nú er orðaskiftið endað í løgtinginum

FNU mælir til, at hugtakið “beriføri” verður innført. Øll øki hava eitt ávíst “beriføri”, ein og hvør gøta, fjall, strond, vátlendi ella fuglaberg hava eitt ávíst beriføri – ”carrying capacity"

Vitlíki kann hava risastórar fyrimunir og vansar við sær, og fyri miðlarnar er átrokandi at vísa etiskt fyrilit og at hava gjøgnumskygni í nýtsluni av vitlíki

Hon hevur fingið at vita, at Navalnyj skal hava eina loyniliga jarðarferð

- Í tíðindunum klokkan 18 sigur tú teg ikki kenna teg aftur í tí, sum eg førdi fram. Ja, tú rørt beinleiðis fram undir, at eg sigi ósatt

Norðleif við Krógv má sigast at merkisverdur. Hóast hann hevur mist bæði beinini og annan armin, og skal hava dialysu fleiri ferðir um vikuna, so hevur hann á ongan hátt mist mótið, tvørturímóti. Norðleif var gestur í KvF í morgun

Drekin hevur nú framleitt inn á netið hjá SEV í einar 14 dagar, og tað hevur alt gingið sum ætlað

Í morgin, sunnudagin 25. februar kl. 11, luttekur Føroyska Bíbliufelagið í gudstænastuni í Skála kirkju, har forsetin Jógvan Fríðriksson biskupur, prædikar. Kunnað verður um Bíbliufelagið og høvið verður at hitta stýrið aftaná gudstænastuna

Í morgin sunnudagin verður farið undir dystirnar í níggjunda og næstsíðsta umfari í landskappingini í talvi fyri feløg

- Í staðin fyri alla tíðina at skula dálka sítt umdømi í risastórum, miseydnaðum byggiverkætlanum, eigur Landsverk at fáa sín upprunaliga leiklut aftur, heldur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum

Føroya Landsstýri fer at stuðla børnum og ungum í Ukraina við at lata 10 milliónir krónur til humaniterar verkætlanir og átøk

Hví roynast jødar/ísraelar og palestinar/arabar/islamar sum dagur og nátt?

Eftir 30 ár í Koltri eru hjúnini Lukka og Bjørn Patursson farin at rigga av. 66 ára gamli Bjørn Patursson hevur sagt upp sum fyristøðumaður. Vit Kvf sigur hann, at hann vil lova nýggjum kreftum framat

Henrik Weihe Joensen yrkir í samband við tvey ára dagin fyri russisku innrásina í Ukraina

Tað er blandingur av toski og hýsu bátarnir fáa. Her er metingin frá Fiskamarknaðinum komandi vikuna

- Vesturheimurin skal geva Ukraina missil, sum raka mál í Russlandi, tí vegurin til frið í Ukraina er gjøgnum kríggj

U16 genturnar hjá Fleyr tóku fyrsta gullið til Havnar í Bónuskappingini

U16 dreingirnir hjá SÍ tóku annað gullið til Sørvágs í kvøld, tá teir sannførandi funnu 2-0 á ÍF

Kappingin í ár er skipað sum bæði EM og HM, og í dag hava føroysku rógvararnir kappast á 500 m

Ukrainskar deildir hava skotið niður eitt russiskt Berijev A-50 eftirlitsflogfar, boðar ukrainska loftverjan frá. Nú hava russar bara sjey eftir

U19 dreingirnir hjá SÍ vunnu fyrsta gullið í Bónuskappingini í flogbólti. Sì vann 2-1 á ÍF

Slættaberg er seldur sum gamalt jarn, so óvist er, hví eldur er komin í, tí einki arbeiði er umborð á Slættaberg

- Á hesum vakra, fyrsta várdegi, komu gleðiboðini: Dialysusjúklingar kunnu fáa viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi!

Framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við málningum hjá Peturi Háberg Jacobsen. Framsýningin byrjar tann 29. februar og endar 5. mars

Fólkakæri bólkurin úr Aarhus verður at hoyra í Føroyum í summar

RAS skipanin er júst veitt til Bakkafrost við Áir. MEST hevur uppsett skipanina í samstarvi við MAT-KULING úr Noreg

- Spurningur er, nær ein vinna er komin hartil, har hon kann/skal standa á egnum beinum

Frá 1. apríl verður loyvt hjá vaksnum at roykja hassj í Týsklandi, men við nøkrum avmarkingum

Nýggju frímerkjaútgávurnar fevna um eitt 100-ára hald, Sandoyartunnilin, umframt heimsfilm og kolavinnu í Føroyum

SkúlaFM er árliga kappingin, ið Íverksetarahúsið skipar fyri, har skúlanæmingar í framhaldsdeildunum kring alt landið, kappast í íverksetan. Finalan var í dag í Varpinum í Klaksvík

Útlagin rocktónleikari spælir støvutan rokk og inniligar balladur

Heimsins størsta kanning av kovid-19 vaksinum váttar, at álvarsom hjáárin eru sjáldsom

- Í 100 ár hevur Landsjúkrahúsið staðið, sum ein varði í Føroyum og í Tórshavnar kommunu. Landssjúkrahúsið og alt heilsuverkið eru ein hornasteinur í vælferðarsamfelag okkara

Ársúrslitið í 2023 eftir skatt var 6,1 mió. kr. Í 2022 var úrslitið 1,9 mió. kr.

- Ynkiligir eru republikanarar, tá ið teir sjálvir koma í andglettin! Tá tola teir slett einki av!

Okkara Land er festivalurin fyri tey vaksnu. Hann sær dagsins ljós summardagin 1. juni 2024 við Marknagilsvegin í Tórshavn

 

Drotning Alexandrines Hospital avloysti Færø Amts Hospital, sum var bygt í 1829. Christian kongur tann tíggjundi legði grundarsteinin til Drotning Alexandrines Hospital og húsið bleiv tikið í brúk 23. februar 1924

USA boðar frá yvir 500 nýggjum sanksjónum móti Russlandi í sambandi við deyða Aleksej Navalnyjs og av framhaldandi krígnum í Ukraina

Heðin Mortensen vísti í røðu sínari á, at Jón og Ingi løgdu lunnar undir KT partin í Tórshavnar kommunu

Listaverkini hava heitið Talgildir næmingar saman við eini krokodillu. Støddin er 100 – 40 cm

Høvuðsumvælingin av hotellinum gongur við rúkandi ferð. Við 25 kømurum, nýggjari matstovu, fundarhølum og einum stórum, nýmótans køki, so merkir hetta eisini, at undanfarna innbúgvið skal finna nýtt heim

- Eg fegnist um, at dronurnar kunnu brúkast í føroyskum øki. Tað hevur nógv at siga fyri okkara trygd og tilbúgving. Eisini er tað gleðiligt, at roynt verður at skunda undir at fáa eftirlitsradaran kláran

- Eru vit blivin sartari, ella hava vit bara eina avgjørda meining, tá ið tað ikki passar til tann persónin, ella politiska litin, ið vit ikki vilja kennast við?

- Klagur eru um yrkisútbúgvingarnar, serliga innan el-og maskinyrkið, har útbúgvingin verður søgd ikki at vera dekkandi, eins og onki sensorskeið hevur verið fyri sensorar í mong ár

- Er endurgjaldið fyri mist bit og mist slóttulendi endurskoðað, síðani kunngerðin um umsiting um landsjørð varð sett í gildi í 2007?