Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útflutningurin av fiskavørum vaks nærum eina hálva milliard krónur í 2023 í mun til 2022. Hetta er 4,3% vøkstur í útflutningsvirðinum. Útflutta nøgdin vaks 26%

- Danska ríkið hevur eitt sera stórt geopolitiskt “talvborð”, sum røkkur frá Eystursjónum, umvegis Norðuratlantshavið og upp í Arktis. Men talvfólki er lítið av. Fimm fregattir. That’s it

Tað verður navnframi svimjarin, Pál Vitalis Joensen, sum frameftir fer at samskipa arbeiðið hjá Antidoping Føroyum. Hann tekur við eftir Jarvin Feilberg Hansen og fer at halda fram við arbeiðinum at tryggja reinan ítrótt í Føroyum

Eru allir gíslarnir ikki leysir áðrenn ramadan høgtíðin byrjar 10. mars leypur Ísrael á býin Rafah, har 1,7 milliónir flóttarfólk halda til. Hjálparfelagsskapirnir stúra fyri avleiðingunum, hendir tað

Vitlíki kann geva tær skjótari og neyvari svar uppá blóðroyndina enn læknin, og kann eisini rokna sannlíkindini fyri um tú fært álvarsamar sjúkur ella ikki

Stríð ímillum ymsar ættarbólkar sigst liggja aftanfyri

18 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag var næstfremstur í sterkasta bólkinum í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar, sum endaði í dag.

Nú nýtt flygul er keypt til Løkshøll fyri nærum eina millión krónur, var konsert hildin seinrapartin í dag, har fleiri tónleikarar royndu nýggja ljóðførið. Væl av fólki var møtt, og borgarstjórin byrjaði løtuna við nøkrum orðum

Skuldi Mjølnir gera sær veruligar vónir um at røkka FM-finalunum, so var neyðugt at vinna á Fleyr í dag, men tað eydnaðist ikki

Fólkakirkjan fer nú at bjóða dulnevnda sálarrøkt á netinum. Tørvurin fyri hesi tænastu er har, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, við KvF

Eftir tryggar sigrar hjá Mjølnir og SÍ á ávikavist Fleyr og ÍF er munurin á stigatalvuni ímillum tey bæði fremstu á finaluplássunum og hini nú so stórur, at tað er mest sum bara í teoriini, at ÍF og Fleyr kunnu vinna seg upp á annaðplássið

Forkunnug framløga verður á ársaðalfundinum hjá ADHD felagnum 3.mars í Perluni

Rasmus Højlund brúkti bara 7 minuttir at skora tvey mál í dystinum móti Luton í dag

4. Grand Prix-umfar varð spælt í høllini á Hálsi í Havn í gjár, har 29 leikarar úr tveimum ymiskum feløgum kappaðust í fýra ymiskum styrkibólkum, nevniliga í A-bólki, B-bólki, C-bólki og D-bólki

Harumframt er millum annað eisini eitt russiskt stríðsflogfar skotið niður

Í sambandi við, at Høgni Mohr er innstillaður til lesaravirðislønina hjá føroyskum bókasøvnum, hevur bókmentafrøðingurin, Lydia Didriksen, samrøðu við rithøvundan um høvuðsverk hansara, Saga JAM

Russiska avísin Novaja Gazeta skrivar í dag seinnapartin at líkið av Navalnyj er funnið í líkhúsinum á sjúkrahúsinum í Salekhard

Fleiri av døgunum kunnu vit vænta nógv regn ella vátasletting og nógvan vind eisini onkran av døgunum. Her er fimm daga forsøgnin

Bæði tey donsku verjuskipini í Grønlandi liggja við maskinskaða

Tað verður nógv lagt fyri í royndunum at fáa lykilin til Hvítu Húsini

Enn einaferð hevur Team Rynkeby Føroyar skipað fyri rimmar gallaveitslu á Hotel Føroyum og savnað pening inn til føroysk børn, sum verða rakt av lívshættisligum sjúkum

Tað ljóðar um geilar og stræti. Tað hoyrist sum makligt suð í samtalu millum fólk. Tað hoyrist sum málageipan, tá ið sinnið er nakrar strikur heitari enn miðal. Tað stendur sjónliga skrivað í orðum teirra lærdu og ritum teirra, ið røða um tilveruna, fólksins lív og umstøður

Eftir at býurin var við at blíva kringsettur gjørdu ukrainar av at taka seg aftur fyri at spara mannalív

SABA og sangurin 'Sand' vunnu Dansk Melodi Grand Prix 2024

Leygardagin var árligi aðalfundur Fótbóltssamband Føroya hildin í Trinstovuni á Tórsvølli. Roknskapurin varð lagdur fram, og hann vísti eitt yvirskot upp á slakar hundarð túsund krónur

Vestmenningar eru steypavinnarar fyri fyrstu ferð síðani 2015

- Og tað kann skaða munn, tenn, svølg og sodningarleiðina, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum mælir fólki til at beina vøruna burtur

- Heilsuverkið megnar ikki í nóg stóran mun at verja sjúklingar ímóti vandamiklari smittu á sjúkrahúsunum, sigur Shahin Gaïni, professari í infektiónsmedisini við KvF

- Hetta verður Melodi Grand Prix tá tað er allarringast, skrivar Jyllandsposturin og 'Dansevise' má vríggja sær í pínu beint nú, skrivar Politiken

- Havi hildið, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur gott politiskt tev - hevur sans fyri, hvat veljarin vil og ikki vil

Her er metingin hjá Fiskamarknaði Føroya fyri komandi vikuna

- Seinni heimsbardagi var av. Ein sælur friður føldist, meðan huglagið birtist – “aldri aftur kríggj!”. Og eg minnast væl enn, táið seinasta sirenan blásti av í Klaksvík

Hetta er manningin hjá matstovuleiðaranum John Mikkelsen og køksleiðaranum, Jógvani Steingrím Rasmussen, í Áarstovu, har tey um vikuskiftið borðreiða við røstum og sjerri

Yrking eftir Henrik Weihe Joensen

Røða, sum borgarstjórin flutti fram í dag, tá Articon handaði Runavíkar kommunu Fjøruvegin

- Hvat ætlar landsstýriskvinnan at gera við, at reglurnar um útboð ikki verða fylgdar?

 

Donald Trump fær 354,9 milliónir dollarar í bót, skrivar Reuters. Tað svarar til um 2,5 milliardir krónur

- Ber Høgni hetta lógaruppskotið í tingið, so brýtir hann sostatt ikki bara sítt lyfti til 8000 ognarfólk í Føroyum. Hann svíkur eisini sína ábyrgd mótvegis Føroya náttúru

Frammanfyri russisku sendistovuni í New York ganga mótmælisfólk runt við plakatum av einum handtiknum Vladimir Putin við tekstinum: «Ein krígsbrotsmaður»

Sambandið teirra millum er so gott at tað verður sagt at vera ein «bromance», skrivar bretski miðilin The Telegraph

Nógv fólk var á hátíðarhaldinum í dag. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu helt røðu

- Vit hava dømi um, at føroyingar eru meldaðir til politiið fyri at fara út um bøgarðarnar. Tað kann ikki vera rætt, at hagatúrar enda í einum avhoyringarrúmi hjá politinum ella á ákærubonkinum í Føroya Rætti, heldur Hagafelagið

Kappingareftirlitið hevur nú kannað yvirtøkuna, og er komið til ta niðurstøðu, at yvirtøkan eigur at góðkennast uttan treytir

- Hvussu nógv útlendsk starvsfólk arbeiða í ferðavinnuni samanborið við talið av ársverkum í vinnuni?

Seinasta video-upptøkan av Aleksej Navalnyj á lívi var tann 15. februar 2024

Sophie Løhde, danska innanríkis- og heilsumálaráðfrúan, kemur til Føroyar á vitjan í komandi viku

Fríggjadagin 23.februar, fara heili 7. bólkar at kappast í finaluni um SkúlaFM. Hetta er árliga kappingin, har skúlanæmingar í framhaldsdeildunum kring alt landið, kappast í íverksetan

- soleiðis at farið verður frá verandi skipan við tænastufólkapensjón til eina skipan, har Løgtingið rindar 15% av lønarsamsýningini afturat í pensjónsgjaldi í eina góðkenda pensjónsskipan

Tilmælið leggur upp til, at talan verður um eina broytta skipan, sum tekur við aftaná næsta løgtingsval

- Nú eru longu átta ár síðani, vit settu stuðulsskipanina á stovn, og kostnaðarstøðið er hækkað nógv síðani tá, so tí hava vit gjørt av at hækka upphæddina, vit lata gjøgnum Listaflog