Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

- Hóast sóttarhaldsreglurnar eru linkaðar nakað, so merkir tað ikki, at biologiin í koronasjúkuni er broytt – tað merkir bara, at vit loyva fólki at taka størri vága, tó undir ábyrgd, sigur Pál Weihe, professari, sum nevnir hetta eitt koronaóveður, har umráðandi er at vit sigla við skili.

Pál Weihe staðfestir eisini, at hóast slakað verður fyri teimum, sum hava fingið trý prik, so kunnu tey eins og áður saktans draga smittu heimanifrá á arbeiðsplássið.

- Tí eiga tílík at vísa størsta varsemi, spritta og halda seg fyri seg sjálvan á egnari skrivstovu.

Pál Weihe leggur aftrat, at tað at vísa varsemi hoyrir við til alment dannilsi.

- Vit hava onga sum helst trygd fyri, at øll sleppa snikkaleys frá omikron, og deltavarianturin gongur framvegis leysur, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo