Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ber ikki til at finna eina betri loysn?

Sandsvág við tiltikið vøkru mølheyggjunum og vakra sandinum, er ein tann fagrasti bletturin vit eiga av náttúru í Føroyum.

Harafturat er áin ein náttúrlig samanbinding millum sílameingið á Sandsvatni og sjóvarstrondina fyri sunnan.

Alingin á Sandsvág tekur til í vavi. Eri í villareiði um tað er av tí góða, ella tí minni góða.

Eg skilji væl og taki undir við at vit skulu royna at menna Sandoynna í vinnuligum høpi. Eisini er tað gleðiligt at nøkur størv spyrjast burturúr virkseminum og skattainntøkur. Avleiddar stuðulskrónur eru eisini kærkomnar.

Eigarin sær sjálvandi fyri sær vinning í royndunum at skapa vinnuliga aling á Sandsvág, tó at eg veit at bæði rakstur og royndir higartil hava havt avbjóðingar við sær.

Onkursvegna hava tey flestu okkara góðtikið alingina í avmarkaðum vavi. Fyri ella ímóti.

Men sum við øllum virksemi kann tað vera ein spurningur um at koma at mørkum hjá teimum sum dagliga skulu rúma neiliga partinum av virkseminum.

Og eg má bara siga at eg hvakk við tá eg sá myndina av “fóðurflakanum”, sum nú skal liggja burturav á Sandsvág.

Eitt stórt skip!

Tað er at fara um vælvilja markið hjá mær. Tað er at krevja ov nógv vinnuligt tolsemi, í mun til beinleiðis inntrivið í undurfagra blettin, sum heildarmyndin av Sandsvág er.

Og tá havi eg onki nevnt um møguliga dálking av ljóði og øðrum ampum.

So vælsignaði tit sum vara av polittiskt og vinnuliga. Finnið eina betri loysn viðvíkjandi fóðringini. Annars verður trupult at rúma alingini, við øllum hennara vansum, tó at hon eisini ger gagn.

Alt kann og skal ikki offrast á vinnuliga altarinum.

Páll á Reynatúgvu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo