Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

90Síðani aldarsskiftið hevur Páll Finnur Páll verið millum mest markantu bólkar í føroyskum tónleiki. Teir eru bæði argandi og fevnandi. Prikandi og skemtandi. Og fram um alt teljast teir millum veruligu hittbólkarnar í nýggjari tíð.

Páll Finnur Páll tók síni fyrstu fet um aldarsskiftið, og síðani 2003 hava teir givið tónleik út. Ikki minst tríboksin frá 2009 gav bólkinum veruliga hetjustøðu á føroyska tónleikapallinum.

Sangirnar hjá bólkinum munnu mong kenna rættiliga væl. Sangir sum »Forelskaður sjónleikari«, »Herbergið«, »Eg fari mín egna veg«, »Grannin«, »Mín russiski vinur« og fleiri. Páll Finnur Páll hevur eisini givið væl umtóktar sangir út seinnu árini.

Hesar sangir fer Páll Finnur Páll ivaleyst at tríva í, tá ið teir spæla á Summar Festivalinum, ið verður hildin dagarnar 4. til 6. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo