Nú seinnapartin var samkoma í kantinuni í Posthúskjallaranum, har húsavørðurin Páll Midjord var heiðraður, nú hann leggur frá sær fyri aldur.
Annika Olsen, borgarstjóri, helt stutta røðu, har hon m.a. kom inn á, at Páll hevði havt eina spennandi og sjáldsama lívsleið - og at tað ikki akkurát var stungið út í kortið, at hann skuldi enda sína arbeiðskarrieru sum húsavørður her í Tórshavnar kommunu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo