Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar Golffelag: Fyrsta opna golfkappingin í ár varð leygardagin á Glyvursnesi

Við at brúka 82 sløg upp á 18 hol gjørdist Hans Pauli – Palli – Henriksen vinnari av ársins fyrstu opnu kapping hjá Tórshavnar Golffelag á Glyvursnesi.

Ætlanin var at Bygma Open skuldi haldast yvir tveir dagar, men orsaka av vánaliga veðrinum við nógvum vindi leygardagin, varð kappingin stytt niður í ein dag.

Afturfyri fingu teir 13 spælararnir, sum vóru við, frálíkt veður at spæla golf sunnudagin.

Palli Henriksen hevði besta dagin, og megnaði at ganga breytina í 82 sløgum, sum er 10 yvir par og mett at vera heilt gott klárað á Glyvursnesi. Palli fekk við hesum úrsliti eisini regulerað sítt handicapp rættiliga nógv niður.

Nummar tvey gjørdist Líggjas Jógvansson við 85 sløgum og nummar trý gjørdist einasti ‘gesturin’ í opnu kappingini, Wentzel Kamban, sum brúkti 86 sløg. Wentzel er hálvur føroyingur, men býr í Íslandi.

Bygma Open var eisini liður í úttøkuni av golfspælarum til oyggjaleikirnar á Guernsey komandi summar, og tríggir teir bestu eru allir við í hesi kapping. Tvær úttøkukappingar verða afturat í summar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo