Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í samstarvi við serbreytina á Miðnámi á Kambsdali fer Parasport Føroyar nú at bjóða eitt serligt venjingartilboð til næmingar, ið vilja tvinna saman ítrótt og útbúgving.

Serbreytin er serlig breyt fyri tey, ið eru tarnað at gjøgnumføra miðnám undir vanligum treytum, hóast teir stuðulsmøguleikar, sum eru í vanligu skúlaskipanini.

Við at samantvinna miðnámsskúla og venjing ynskir Parasport at geva næmingunum á serbreytini, sum ynskja at íðka ítrótt, eitt spennandi tilboð.

– Vit ynskja bjóða ungum við serligum avbjóðingum eitt munagott ítróttartilboð og vónandi eisini rekrutera fleiri íðkarar. Tí royna vit nú hesa skipan, sum er fyri tey, ið veruliga ynskja at íðka ítrótt. Hesi fáa nú møguleikan at samantvinna venjing og miðnám. Í tímatalvuni verður gjørt pláss fyri tveimum venjingum í frælsum ítrótti um vikuna, sigur Tróndur Ravnsfjall, ítróttaráðgevi fyri Parasport Føroyar.

Málbólkurin eru íðkarar av báðum kynum, sum veruliga vilja royna seg við frælsum ítrótti. Her verður til dømis hugsað um næmingar, sum við tíðini kunnu koma upp á tal at royna seg í kappingum uttanlands.

Á Kambsdali taka vit altíð væl ímóti samstørvum, ið kunnu stimbra gerandisdagin hjá næmingunum. At seráhugamál hjá næmingum og skúlagongd samstarva og ganga hond í hond er ein vinningur fyri báðar partar. Í fjør gjørdu vit eina avtalu við FSF, og tað hevur eydnast væl. Tí fegnast vit nú um, at Parasport Føroyar sum tað næsta sersambandið undir FSF, eisini tekur stig til slíkt samstarv.

Fram til summarfrítíðina er “Parasport ítróttartilboðið” í størstan mun ætlað teimum næmingunum, sum eru knýttir at serbreytini. Ætlanin er tó eisini at gera líknandi tilboð fyri ung, ið ganga á hinum breytunum, og sum hava kroppsligar avbjóðingar ella rørslutarn.

Ung fólk, sum ikki ganga á miðnámsskúla, kunnu eisini søkja um upptøku á “Parasport venjingartilboðnum”. Tey hava sjálvi ábyrgd av at avtala við møguligan arbeiðsgevara, dagtilboð ella skúla, at viðkomandi kann møta til ásettu venjingarnar, sum eftir ætlan verða týsmorgun og hósmorgun klokkan 08:00 til 09:30.

Tey, ið ynskja at vita meir ella søkja um upptøku til “Parasport venjingartilboðið”, kunnu møta á kunningarfundi á Miðnámi á Kambsdali mikudagin 5. februar kl. millum 18 og 21.

Eisini ber til at venda sær beinleiðis til skrivstovuna hjá Parasport.

Venjarar og umboð fyri Parasport Føroyar gera eina meting av einstøku íðkarunum og gera av, hvør kann verða upptikin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo