Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað eru alt ov nógv parkeringspláss í Miðbýnum í Havn, ikki minst á Skálatrøð.

Tað er trongt í økinum kring Skálatrøð, og bilarnir taka tað plássið, sum er á vegunum. Hetta ger, at tað ikki er pláss fyri fólki, sum ikki eru í bili. Tað, at tað er so nógv parkeringspláss á Skálatrøð, dregur meira bilkoyring til býarpartin. Hesin trupulleikin eigur at verða minkaður við at minka víddina, sum fer til parkering.

Ein handilsmaður hevur savnað nógvar undirskriftir í handlinum. Hetta er áhugavert. Man skal tó minnast til at ein handilsmaður hevur ávísar ressursur, sum onnur fólk ikki hava. Millum annað eitt flow av fólki framvið diskin, har undirskriftarlistin liggur, og møguleikan at draga kostnaðin til útvarpslýsingar frá í roknskapinum.

Hóast hetta er áhugavert, er hetta ikki rætti mátin at velja politiskar loysnir. Tað er fyrst og síðst tey, sum búgva í býnum, sum eiga at gera av, hvussu býurin verður skipaður. Ein góður háttur kundi verið at skipað eitt borgarapanel. Hetta hevur við hepni verið brúkt nýliga í Írlandi og aðrastaðni. (Á enskum verður hetta princippið kallað citizens’ assembly.)

Ferðsla og bilkoyring eru kompleks problemir, og borgarapanelir kunnu betri enn valdir politikarar fyrihalda seg til hesi. Annars ber eisini til hjá býráðnum at umbiðja spurnarkanningar, men har er trupulleikin, at svarið verður ávirkað av, hvussu spurningurin er orðaður.

Tó vildi ein røð av spurnarkanningum verið ein betri framferðarháttur at valt loysnir viðvíkjandi ferðslu, enn núverandi.

Jógvan Olsen
Debesartrøð
Havn

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo