Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Býráðið samtykti í kvøld at gera eina serstaka byggisamtykt fyri eitt øki við Bøkjarabrekku, sum loyvir at ein íbúðarbygningur við parkering til 150 bilar verður bygdur í økinum. Fyri at fáa fulla nýtslu av økinum má semja fáast við eigararnar av trimum ymsum matriklum.

Eigarin av nøkrum matriklum í økinum hevur søkt um at fáa gjørt serstaka byggisamtykt fyri økið, soleiðis at parkeringshús við íbúðum ovast, kann loyvast. Í uppskotinum eru pláss fyri 150 parkeringsplássum, umframt 8 íbúðum á ovastu hædd.

Økið liggur millum Bøkjarabrekku sunnanfyri og Kongagøtu norðanfyri. Eystanfyri er Tinghúsvegurin og vestanfyri er Niels Finsens gøta.

Ferðslan í miðbýnum er nógv merkt av manglandi parkeringsplássum, og fleiri ymiskir møguleikar hava seinastu árini verið umrøddir, fyri at loysa hendan trupulleikan. Ein teirra er parkeringshús á nevndu matriklum, men eru hesar ætlanir ongantíð komnar á mál.

Nú hevur eigarin gjørt eitt uppskot, sum tykist kunna loysa ein part av parkeringsavbjóðingunum í miðbýnum. Talan er um eitt parkeringshús í 3 hæddum (6 forskotnar hæddir), parkeringskjallara og 8 íbúðum á ovastu hædd. Innkoyring til bygningin er frá Kongagøtu, við inn- og útkoyring skipað á hvør sínum vegbana.

Um semja ikki fæst við eigararnar, kann umsitingin tillaga uppskotið, so at parkeringshúsið rúmast á ognum umsøkjarans.

Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti 22. juni at taka undir við tilmælinum. Málið varð samtykt í býráðnum í kvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo