Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í oddagrein í Sosialinum nr. 33,  25. juni 2021, er greitt frá ”eini privatari ætlan um at byggja parkeringshús í miðbýnum í Havn,” og at ”formaðurin í Tórshavnar byggi-og býarskipanarnevnd  heldur hetta vera eina gávu til býin.”

Gomul og eldri fólk minnast, at fyri umleið 30 árum síðani rýmdi ein maður úr Kvívík yvir háls og herðar sporleyst av landinum. Tað kom fyri ein dag, at hann hevði búsett seg í Hirtshals.  

Hjá innkrevjingarmyndugleikum og øðrum almennum stovnum var hann sum sokkin í jørðina.

Í hesum døgum hava 12 av 13 býráðslimum í Havnar kommunu alment takka fyri gávu frá einum fyrrverandi kvívíksingi, ætlandi frá honum, sum flýggjaði undan kommunu og landi fyri tríati árum siðani. Nú ætlandi vorðin ein heldur bjølgutur ríkmaður.

Í bókini ENDURMINNINGAR , [oktober 2011] er á siðu 127-144 greitt frá ”Inferno og ruðuleiki í almennu fyristingini í Tinganesi. Landskassin verður privatiseraður.”

Um nú Tórshavnar býráð fer at takka fyri umrødda ókeypis parkeringshús í Havn, sleppa vit valla undan at útnevna tveir nýggjar heiðurslimir – ein borgmeistara og ein ríkmann – og standmyndir av teimum hond í hond í okkara illa trevsaða høvuðsstaði.

Tórshavnar kommuna verður privatiserað eins og landskassin fyri umleið 30 árum síðani.  

Heri Mohr

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo