At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað kann verða nógvar orsøkir til at vit kunnu og eiga at seta spurnartekin við heilsuverkið. Men tá fólk seta spurnartekin við fakliga førleikan hjá heilsuverkinum má eg koma við eini viðmerking sum eg grundi á egnar royndir.

Tað er rætt at tað eru vansar við heilivági og vaksinum og tí er tað rætt at lurta væl eftir tá læknin ella sjúkrasysturin greiður frá um hjáárin í samband við viðgerð. Tað er ein tíðandi partur av fakligu arbeiðsgongdini í heilsuverkinum at greiða frá og at dokumentera hjáárin so eingin heilivágur verður útflýggjaður frá apoteksverkinum uttan prentaðar vegleiðingar og upplýsingar um hjáárin.

Royndir vísa at tað er neyvan nøkur viðgerð, sum ikki er uttan avmarkingar og hjáárin, tí mannakroppurin er sera ymiskur og samansettur.

Eg havi parkinson og enn er eingin heilivágur ella vaksina sum kann grøða ella verja móti sjúkuni.

Men læknavísundin hevur væl dokumenteraðar viðgerðir, sum muna væl í stríðnum móti parkinson. Hóast parkinson heilivágur hevur álvarsom hjáárin verður hann ikki nýttur á rættan hátt er heilivágurin ein góð hjálp í gerandisdeginum hjá fólki við parkinson

Fólk hava rættindi til at verða tikin fyri fult í heilsuverkinum og hvønn dag fremur læknavísindin “undurverk”, men sjálvt fremsta læknafrøðin er fullgreið yvir at hon hevur síni mørk og sínar avbjóðingar.

Korona virusin hevur á so mangan hátt verið avbjóðandi fyri heilsuverki og okkum øll - og enn er einkið sum verjir okkum 100% fyri korona virusinum ella parkinson. 

Í november 2020 tók eg av tilboði frá heilsuverkinum um at fremja eina “djúp heila skurðviðgerð” á Ríkissjúkrahúsinum. Læknarnir settu tvær elektrodir umleið 8 cm inn í heilan, at hjálpa heilanum at framleiða dopamin sum er evni sum heilin brúkar til at samskifta við.

Í marsmánaða í ár var eg til eina test har vit royndu hvussu væl elektrodurnar virkaðu í heilanum. Við at sløkkja fyri streyminum til heilan í umleið 40 sekund kundu vit eygleiða hvussu sjúkan aftur fekk yvirtakið og vit fingu sjón fyri søgn hvussu munagóð og væleydnað viðgerðin er. Eisini var eyðsæð hvat hendi um vit lótu sjúkuna sigla sín egna sjógv.

Eg havi fingið at vita at viðgerðin er ikki varandi men hon “keypir” mær MINST 10 ár frá sjúkuni.

Latið okkum ØLL taka saman hendur og standa saman við okkara heilsuverki sum hvønn dag prógvar sítt viðri í verki. 

Sí video upptøku har sjúkrarøktari í nøkur sekund sløkkir fyri streymi til heilan og letur sjúkuna sigla sín egna sjógv.

Saman við Tær!

John William Joensen
formaður í Parkinsonfelagnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo