Í kjaki er tað ofta hann ið órættin hevur, sum harðast rópar
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Kann tað vera rætt, at partabrøv verða handlað til kursir hægri enn nakrantíð sum støðan er, spyr Thorleif Jackson, partabrævagreinari, sum millum annað hevur fleiri sonevndar modelporteføljur fyri áhugafelagið hjá privatum donskum íleggjarum, Dansk Aktionærforening (DAF).

Thorleif Jackson vísir millum annað á, at partabrævakursirnir í mars fullu søguliga nógv eftir at tað gjørdist greitt, at korona sjúkan fór at hava lemjandi avleiðingar fyri allan heimsbúskapin.

- Men líka so skjótt og mirakuløst rættaðu kursirnir seg aftur og fleiri av stóru vísitølunum hava ongantíð verið hægri enn tað sama. Hvussu ber tað til, spyr hann í nýggjari grein á heimasíðuni hjá DAF. Skal virðið, sum marknaðurin setur á partabrøv í dag geva nakra meining, so vænta íleggjararnir sær stóra framgongd næstu tíðina. Men tað er púra ólogiskt, sum heimurin sær út í dag, heldur greinarin.

Hann vísir eisini á, at nógvar fyritøkur hava meldað út, at tær ikki fara at hava tann vøkstur í inntjening og úrsliti, sum tær annars áður hava boðað frá.

- Ein frágreiðing er møguliga tær royndir at stimulera búskapin, sum heimsins tjóðbankar gera í hesum tíðum, og sum íleggjararnir trúgva uppá, sigur Thorleif Jackson, sum kortini er sera ivasamur.

- Tað rættasta hevði helst verið at selt øll partabrøv og havt reiðan pening ístaðin. Men tað stríðir ímóti andanum í eini slíkari modelportefølju, og eg velji tí at selja helvtina av øllum partabrøvunum, sigur Thorleif Jackson.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo