Ánarar minnast betur enn skuldarar
- Benjamin Franklin

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partabrævið hjá BankNordik gjørdi eitt skarvslop í gjár, tá yvir 11% vórðu løgd afturat virðinum. Í krónum svarar tað til, at virði á bankanum í einum høggi øktist umleið 150 milliónir krónur. Seinastu 7 dagarnar er virðið á partabrævinum hjá BankNordik vaksið yvir 14%.

Árni Ellefsen, stjóri, sigur við VP, at hann ikki fær gjørt viðmerkingar til kursin á partabrævinum hjá bankanum, men hann vísir á, at virðið á bankum samanumtikið er nógv vaksið seinastu tíðina.

- Vit hava ikki meldað nakað út nýliga. Vøksturin kann hava samband við tosið um hækkandi rentur, sum sjálvsagt gagnar bankunum. Fleiri bankar hava eisini boðað frá batnandi útlitum, vísir Árni Ellefsen á. BankNordik kemur við roknskapi í februar, og tá verður sagt meira um útlitini fyri 2022.

Vísitalið fyri partabrøv hjá donskum bankum er vaksið smá 9% seinastu 7 dagarnar og góð 16% seinasta mánaðan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo